FORLAGIÐ MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGINS 100 ÁR

  J.H.O. Djurhuus “Yrkingar 1914” er fyrsta bókaútgávan hjá Hinum Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn. Tað er somuleiðis tað fyrsta veruliga yrkingasavnið á føroyskum. Tað vóru áður komin søvn av føroyskum sangum, t.d. “Føriskar Vysur” 1892, men hetta vóru sangir yrktir til ávís umhildin løg. Í “Yrkingum 1914” vóru tekstirnir fyrst og fremst ætlaðir at lesa, […]

DAPHNIS OG CHLOE

  Hetta er ein skaldsøga um erotikk og seksualitet. Daphnis og Chloe verða løgd út í hagan og fostrað av ávikavist eini geit og eini ær. Tey vaksa upp, og kærleikin og girndin vakna í teimum. Men tey koma í neyð, tí ongin hevur lært tey kunstin at elska. Opinskárað og hugtakandi verður fortalt, hvussu […]

Føroyskar bókmentir í svenska sjónvarpinum

  Sunnudagin 8. septembur sendi svenska sjónvarpið um føroyskar bókmentir. Tað eru samrøður við Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen og Jógvan Isaksen. Brotið um Føroyar var partur av sendingini Babel í SVT2 og tað ber til at síggja hana her: www.svt.se/babel/se-program/.