TÓRODDUR POULSEN HEVUR FINGIÐ MENTANARVIRÐISLØN LANDSINS 2013

Tóroddur Poulsen, yrkjari og listamaður, fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012.
Í yrkingum hansara síggja vit ein á føroyskum áður ósæddan hug og evni at geva kendum orðum nýggjar vendingar og samansetingar. Tóroddur er undangongumaður at skriva postmodernistiskar tekstir á føroyskum, og hann er virkin listamaður. Higartil eru 23 yrkingasøvn hjá honum givin út umframt prosaverk, myndlist og tónleikur. Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið at kalla alt tað føroyska ritverkið eftir Tórodd út. Seinast tað ógvuliga spennandi yrkingasavnið “Heimvitisferðin”.

BRAHMADELLARNIR eftir Jóanes Nielsen er stillað inn til Norðurlendsku virðislønina 2o13, og bókin er seld til eitt av teimum størstu forløgunum í Týsklandi

Jóanes hevur verið stillaður inn til hesa virðisløn fleiri ferðir, men tað vísir bara, at hann er ein av Føroya fremstu rithøvundum.

“Brahmadellarnir er ein drúgv skaldsøga um lív og lagnur í Føroyum.  Søgan byrjar í Havnini í 1846.  Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum.

“Brahmadellarnir” er somuleiðis seld til úgávu í Týsklandi. Tað er forlagið btb/Random House, sum er partur av einum av heimsins størstu forløgum. Við hesum skrivar Jóanes søgu, tí áður er eingin føroyskur rithøvundur komin út á so stórum forlagi.

JÓGVAN ISAKSEN GJØRT SÁTTMÁLA VIÐ ITALSKT BÓKAUMBOÐ

Stutt fyri jól skrivaði Jógvan Isaksen undir sáttmála við bókaumboðið Studio Grimorio í Bologna, at tey komandi skuldu umboða krimibøkurnar hjá honum. Studio Grimorio fer at royna at selja bøkurnar til útgávu í meginpartinum av Europa og Suðuramerika. Tað eru somuleiðis samráðingar við eitt enskt forlag í London og við arabisk forløg at geva krimibøkurnar út.