NordlysNorðlýsi kemur út á donskum í septembur 2013. Tað er Inger Smærup, sum hevur týtt, og forlagið Torgard gevur út. Sáttmáli er somuleiðis undirskrivaður við størsta bókaumboði í arabiska heiminum, Sphinx Agency í Cario, sum hevur fingið játtað arabisku rættindini til tær fyrstu krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Krossmessa kemur væntandi á enskum komandi ár. Tað er eitt forlag í London, sum hevur biðið um rættindini, men sáttmáli verður ikki undirskrivaður, fyrr enn bókin er liðugt týdd.