Katrin Ottarsdóttir, film directorEru koparrør perma-kopi
Katrin Ottarsdóttir fekk M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki? Grundgevingin var hendan: Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2013 verður í ár latin Katrini Ottarsdóttur fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki frá 2012. Nevndini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarligu spor hjá tí viðbrekna barninum:

“Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.”