Venetian NavigatorsItalski søgumaðurin Andrea di Robilant hevur skrivað eina bók um brøðurnar Nicolò og Antonio Zen, sum í 1300-árunum sigldu  víða um og millum annað vóru í Føroyum. Í bókini, sum er nógv róst, vísir hann til krimibókina Adventus Domini eftir Jógvan Isaksen, har hesir brøður eisini spæla ein leiklut. Bókin eitur Venetian Navigators. The Voyages of the Zen Brothers to the Far North. Forlag er Faber and Faber í London.

Adventus