Daphis & Chloe

 

Hetta er ein skaldsøga um erotikk og seksualitet. Daphnis og Chloe verða løgd út í hagan og fostrað av ávikavist eini geit og eini ær. Tey vaksa upp, og kærleikin og girndin vakna í teimum. Men tey koma í neyð, tí ongin hevur lært tey kunstin at elska. Opinskárað og hugtakandi verður fortalt, hvussu tey læra henda kunst.

Bókin er bæði ein saftig og sakleys menningarsøga, eitt prosalýriskt skaldaverk um sambandið millum menniskja og náttúru og ein tekstur um ta vegleiðing til eydnu og kynsliga búning, sum gudarnir – Eros, Dionýsos og Dísarnar – veita. “Henda bók,” sigur týska skaldið Goethe, “er so vøkur, at hon eigur at verða lisin á hvørjum ári”.

Handritið er fest á blað í tíðini 150-250 eftir føðing Krists. Hendingarnar fara fram á oynni Lesbos, haðani høvundurin Longos helst eisini var ættaður. Sum tekstslag er bókin skaldsøga, fest á blað um 14 øldir áðrenn Don Quixote eftir Cervantes kom út. Men sjálv søgan fer fram í fimtu øld fyri okkara tíðarrokning.

Hanus Kamban týddi verkið úr forngrikskum. Í drúgvari eftirskrift verður greitt frá søgunnar uppruna og søguligu og bókmentaligu fyritreytum. Tann forna grikska skaldsøgan – sum tekstslag – verður umrødd, og Daphnis og Chloe verður lýst sum “metatekstur um ást og halga innvígslu”.

Tekningarnar eru eftir Torbjørn Olsen. Sats, prent og innbinding hjá hesi skreytútgávu hevur Føroyaprent havt um hendur. Útgevari er Mentunargrunnur Studentafelagsins