FORLAGIÐ MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGINS 100 ÁR

Processed with VSCOcam with f2 preset
 
J.H.O. Djurhuus “Yrkingar 1914” er fyrsta bókaútgávan hjá Hinum Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn. Tað er somuleiðis tað fyrsta veruliga yrkingasavnið á føroyskum. Tað vóru áður komin søvn av føroyskum sangum, t.d. “Føriskar Vysur” 1892, men hetta vóru sangir yrktir til ávís umhildin løg. Í “Yrkingum 1914” vóru tekstirnir fyrst og fremst ætlaðir at lesa, at tað síðani eru sett løg til er ein onnur søgu.

Janus vildi prógva, at føroyskt var eitt mentamál millum onnur og ikki  “en barbarisk bjergdialekt”, sum  tað var hevdað frá danskari síðu.  Hann setti sær tí fyri at flyta nakrar av miklastu yrkingum í heimsbókmentum yvir í føroyskt, og hann setti sær fyri at lata úr hondum egnar yrkingar, sum settu sær spor. Bæði hesi endmálini lukkaðust til fulnar. Janus flutti yrkingar eftir Goethe, Schiller, Edgar Allan Poe, Gustav Fröding yvir í føroyskt, og hann umsett Homer “Ilions kvæði” til føroyskt. Við hesum seinastu prógvaði hann, at føroyskt er eitt mál, har hexametrar rigga óalmindiliga væl. Janus legði lunnar undir føroyska yrking, og hansara ávirkan hevur verið so sterk, at hon sæst aftur enn í dag.

Forlagið hevur gjøgnum árini givið eina rúgvu av uppruna føroyskum skaldskapi út. Nevnast kunnu  Hanus Kamban, Oddvør Johansen,  Rói Patursson, Bergtóra Hanusardóttir, Guðrið Helmsdal, Jóanes Nielsen, Sólrún Michelsen, Tóroddur Poulsen, Heðin Klein og mong, mong onnur. Onkursvegna hevur Janus kortini verið ein aðallynd í útgávunum hjá forlagnum. Í 1923 kom “Yrkingar onnur og økta útgáva”,  í 1938 “Nýggjar yrkingar”, í 1967 “Ilionskvæði” og í 1988 tær samlaðu yrkingarnar ritstjórnaðar av Christiani Matras. Í 1990’unum góvu vit út trý drúgv bind um lívssøguna og skaldskapin hjá Janusi Djurhuus. Høvundur var Hanus Kamban, sum altíð hevur verið forlagnum ein hollur stuðul.

Umframt at halda á vit at geva út nýggjan føroyskan skaldskap, so hevur forlagið eisini í hyggju at uppafturprentað fleiri, ja kanska allar, hesar seinnu Janus-bøkur. Sjøtul bleiv settur á fyri 100 árum síðani, men forlagið hevur ongantíð verið meira virkið enn akkurát nú. Eg vænti somuleiðis, at tá ið eftirkomararnir hjá okkum fara at halda 200 ára dagin, tá er Janus enn við umborð.

At enda bara nøkur orð um samstarvið við Jon Hestoy og hansara prentsmiðjur. Í mong ár prentaðu vit at kalla allar bøkur uttanlanda, fyrst og fremst í Danmark. Men fyri 25 árum síðani, seint í 1989 kom eg í sambandi við útgávuna av listabókini um Ingálv av Reyni at tosa við Jon Hestoy. Hann pástóð at Hestprent kundi bjóðað ein prentkostnað, sum var væl lægri enn nøkur donsk prentsmiðja. Tá ið mín fyrsta krimisøga “Blíð er summarnátt á Føroyalandi” skuldi til prentingar í 1990, bað eg um tilboð bæði frá tí vanligu donsku prentsmiðjuni og frá Hestprent. Hestprent var væl bíligari og so sluppu vit undan teimum evindaligu orðabýtingarvillunum, sum danskar prentsmiðjur altíð amaðu upp á okkum. Síðani tá haldi eg at at kalla allar okkara bøkur eru antin prentaðar av Jon Hestoy ella í hvussu er lagdar til rættis av honum ella hansara starvsfólkum.

Í novembur seinastu ár gjørdi forlagið og Føroyaprent avtalu um neyvt samstarv. So um nakar av tykkum liggur inni við tilfari, sum tit halda er vert at geva út, so er bara at koma við tí.

 

Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset
 
Processed with VSCOcam with f2 preset

Comments are closed.