STÓRT ÚRVAL AV YRKINGUM EFTIR HEÐIN KLEIN

Afturljóð perma.indd

 

Afturljóð er eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum. Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta savnið.

Comments are closed.