kimsimonsen

 

Grundgeving: Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verður latin Kim Simonsen fyri yrkingasavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013.

Orð, myndir og uppseting skapa eina listaliga heild, sum lýsir tilverugrundarlagið hjá yrkjaraegnum. Ferðir seta dám á yrkingarnar eins og kærleikssorg, keðsemi, tilvild og fjøltáttaða lívfrøðiliga grundarlagið. Hetta eru óundansleppandi megir í lívinum, ið mynda menniskjuna og tilvitið.

Yrkingarnar eru álvarsamar og hava vítt útsýni landafrøðiliga og millumtekstliga. Tíð, stað og rúmd eru í upploysn, deyðin treytar lívsins natúrligu og endaleysu ringrás, har spurningur verður settur við, hvørji spor einstaklingurin og hvør einstøk vera seta í fleirmilliarda livitíð jarðarinnar.

 

Foto: portal.fo