Vølundarhús kopi

VØLUNDARHÚS – JÓGVAN ISAKSEN

Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.

 

 

 

 

 

Myrkarúmið perma kopi

MYRKA RÚMIÐ – VAGNUR STREYMOY

Nýggja yrkingasavnið kemur inn á nógv ymisk evni. Skriviarbeiðið hevur verið í gongd í eini tvey ár; og langir steðgir hava verið, tá ið íblásturin hevur hildið seg burtur. Kaldar vanlagnur eiga sítt pláss í savninum saman við strævnum døgum, ið ein gleðir seg enda. Tilveran, ið av og á tykist fløkjaslig og løgin sleppur ikki undan viðmerkingum, har ið svarið er ókent, men liggur beint framman fyri okkum, men vit fanga tað ikki.

 

 

 

 

Tala tu eisini perma

TALA TÚ EISINI – PAUL CELAN

Paul Celan (1920-70) telist millum merkisverdastu yrkjarar í 20. øld, og Heðin Klein hevur áður latið yrkingar hjá honum út á føroyskum. Nú er komið eitt fitt úrval við einum eftirmæli eftir Heðin Klein, har hann ger greiði fyri bæði lívinum hjá yrkjaranum, hansara skaldskapi og umrøður ymiskar spurningar í sambandi við at flyta týskt mál yvir í føroyskt.

 

 

 

 

 

104695 Afturljóð perma endalig kopi

AFTURLJÓÐ – HEÐIN M KLEIN

Afturljóð er eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum. Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta savnið.

 

 

 

Jóannes yrkingar perma kopi

YRKINGAR 2014 – JÓANES NIELSEN

Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimum fyribils níggju yrkingasøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá fyrsta savninum Trettandi mánaðin 1978 til fyribils seinasta savnið Tapet millum øldir 2012.

 

 

 

 

 

 

Sissal Kampmann - Hyastinttíð

HYASINTTÍÐ – SISSEL KAMPMANN

Sissal kampmann hevur áður givið út trý yrkingasøvn og fingið Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik. Við savninum Hyasinttíð fer hon nýggjar leiðir, og lesarin fer kanska at hugsa um seinastu skaldsøguna eftir William Heinesen, Tornið við heimsins enda. Savnið er hondskrivað, og tað veitir eitt serligt persónligt samband við yrkjaran. Lesarin fylgir at kalla við, meðan yrkingin verður til.

 

 

Forside_pdf

AT MYRÐA VIÐ SKRIVARABORÐIÐ – JÓGVAN ISAKSEN

At myrða við skrivaraborðið  sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini samanum føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um krimibøkurnar hjá høvundinum sjálvum, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til hvørja einstaka krimisøgu frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi 1990 til Prædikarin 2013. Í bókini eru oman fyri 200 bíløt av rithøvundum og permum frá Illustrerede Klassikere um Jan-bøkur, Sherlock Holmes og Agathu Christie til ein modernaðan amerikanskan høvund sum Michael Connelly.

 

 

Rustur sum viður og vindur perma kopi

RUSTUR SUM VIÐUR OG VINDUR – TÓRODDUR POULSEN

“Rustur sum viður og vindur” er ikki bara ein stuttlig bók, men eisini ein bók á tremur av gløggum eygleiðingum. Og í hvussu nógvum føroyskum skaldsøgum hevur høvundurin samrøðu við standmyndina av Rasmusi Efferøe á Tinghúsvøllinum um at blíva pakkaður inn í wc-pappír og mangt annað?

 

 

 

 

front_nyhed

KÆRLEIKI OG VÓNIR

Í svart-hvítum myndum sigur Edvard Nyholm Debess søguna hjá Rakul og Johan Dalsgaard.  Tey búsettu seg á festinum í Fámara í 2010 og stríddust eitt langt stríð um rættin at vera har, áðrenn tey í 2013 máttu geva skarvin yvir. Hetta er ikki ein bók um orrustuna í Fámara, sum at enda gjørdi av við teirra visión. Hetta er ein bók, sum í myndum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna stóra dreymin um eitt stað, har vit øll treytaleyst kundu trívast á jøvnum føti.