Hans Dalsgaard (1899-1970) varð føddur og vaks upp í Skálavík. Sekstan ára gamal fór hann til skips, veturin 1919-20 var hann á Føroya fólkaháskúla, og heimafturkomin setti hann saman við øðrum – m.a. Heðin Brú –  á stovn ungmannafelag. Í sambandi við felagsarbeiði yrkti hann fitt av yrkingum og søgum, ið sum frá leið komu á prent í Varðanum ella onkrum bløðum. Til Annan veraldarbardaga arbeiðir hann fyrifallandi arbeiði í heimbygdini, men verður undir krígnum sendur til Íslands sum løgtingsins umboðsmaður og kunnast har við fleiri íslendskar høvundar. Aftan á kríggið flutti hann til Havnar at búgva og arbeiddi hjá landsverkfrøðinginum til hann fór frá fyri aldur.

Yrkingasavnið Av mannagøtum 1966 telur 14 upprunayrkingar og 16 týðingar úr donskum, norskum og einahelst íslendskum. Hans Dalsgaard yrkir um natúruna, um rísandi og setandi sól og tær skiftandi árstíðirnar, men alt er minni enn so natúrlyrikkur, og í fleiri yrkingum ger hann vart við mismunir og verjir tey, sum happað eru. Søgusavnið Bøndur og fátæk fljóð 1968 er sett saman av egnum søgum og týðingum úr íslendskum. Hansara egnu søgur eru ómetaliga væl orðaðar og fleiri eru hartil skemtiligar. Men aftur her ger tann sosialt hugsandi høvundurin vart við seg, klassikarin Seinasta bragd Nelsons er dømi um hetta.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

– Bøndur og fátæk fljóð, 1968.