Regin Dahl (1918-2007) varð føddur í Sandagerði, pápin var Jákup Dahl próstur, og hann fór 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann búði meginpartin av ævi síni í Danmark og var forlagsráðgevi hjá Gyldendal. Umframt at yrkja hevur hann eisini komponerað nógv sangløg. Regin debuteraði sum 18 ára gamal við yrkingasavninum Útlegd 1937, sum ger vart við ein lyrikari, sum bæði hvat viðvíkur temum og málsliga gongur sínar egnu leiðir. Av natúr er hann ein ljósur yrkjari, sum fegin vil hálova lívinum og kærleikanum, men ein hóttandi umheimur forðar hesum, og eitt eyðkent tema er følsk friðsæla. Kærleiksyrkingar eru ein týðandi partur av hansara avriki og somuleiðis atfinningar mótvegis tjóðskaparromantikki.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Veitslugávan. Vertsskapssongbók. Savnað og skipað hevur Regin Dahl, 1964.

Gongubitar, 1965.