Guðrið Helmsdal er fødd í 1941 í Havn og vaks upp har, til hon í 1953 við foreldrum og systkjum flutti til Danmarkar, har pápin sigldi sum stýrimaður og skipari í uttanlandasigling. Í Keypmannahavn, har tey høvdu búsett seg, tók hon real- og studentsprógv. Eftir ferðaár í einamest London og Reykjavík fór hon undir útbúgving sum sjúkrasystir í Keypmannahavn, men endaði sína útbúgving sum læknaskrivari í 1965. Síðani heystið 1967 hevur Guðrið búð í Føroyum, har hon eisini hevur tikið hjágrein í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetrinum.

Guðrið Helmsdal hevur yrkt á bæði føroyskum og donskum, síðani hon var umleið trettan ára gomul og hevur havt yrkingar á prenti í ymsum tíðarritum. Fyrsta yrkingasavnið hjá henni Lýtt lot 1963 er fyrsta modernistiska yrkingasavn á føroyskum og somuleiðis fyrsta yrkingasavn eftir eina kvinnu á føroyskum. Temu eru longsulin eftir heimlandinum og kærleikin til natúruna. Annað savnið hjá henni, Morgun í mars 1971, er bæði á føroyskum og donskum, og tekstirnir ferðast ofta í nánd av haiku. Við yrkingunum hjá Guðrið kom ein nýggjur tóni inn í føroyskan skaldskap, og mong vóru tey, sum bíðaðu spent eftir meira, men hon hevur bara givið hesi bæði søvn út.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Lýtt lot, 1963.