Jóannes Patursson (1866-1946) var borin í heim í Kirkjubø sum arvingur til størsta kongsgarðin í Føroyum. Hann fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving til 1884. Á Jólafundinum í tinghúsinum 2. jóladag 1888 bar Rasmus Effersøe fram yrkingina Nú er tann stundin komin til handa eftir bóndasonin úr Kirkjubø. Í 1889 var Jóannes við til at stovna Føringafelag, sum hevði høvuðsendamálini: 1. At fáa Føroya mál til æru, 2. At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir. Hann bleiv valdur á ting í 1902 og sat har at kalla øll árini, til hann andaðist. Hann sat eisini á fólkatingi 1901-06, á landstingi 1918-20 og 1928-36. Stórur partur av yrkingunum hjá Bóndanum, sum hann vanliga varð nevndur, er politisktur, men hann hevur eisini yrkt veitslusangir, t.d. Tað hevur tókt millum føroyingar gaman og Vælkomnir føroyingar her í vási, og teir kenslubornu Her er eingin føroyingur at finna, Søti lítli eingil mín og Sárt bítur sorgin. Bóndin lat annars eina rúgvu av skrivligum tilfari úr hondum: politiskar greinir, greinir um landbúnað, eitt nú bøkurnar Kvæðabók I-V, Tættir úr Kirkjubøar søgu o.m.a. Jóannes Patursson var tann stóri kveikjarin og røðarin, og hansara lutur í føroyskum sjálvsmedviti kann valla yvirmetast.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Yrkingar, 1932. Endurprentað í 1966.