Arnbjørn Danielsen (1947-80) var føddur í Havn og í realskúlatíðini í Hoydølum var hann stak virkin innan Tjóðveldisflokkin og var m.a. við til at stovna ”Unga tjóðveldi” í 1964. Eftir eitt stutt skifti til skips tóka hann studentsprógv í Danmark og fór at lesa á Københavns Universitet, har hann í 1979 gjørdist cand.mag. í donskum og filmi. Høvuðsritgerðin hjá honum var um skaldskapin hjá Martini Joensen. Hann fór nú í starv við Studentaskúlan í Hoydølum, men doyði brádliga í 1980.

Arnbjørn Danielsen var hugtikin av tí modernistiska rákinum, og tað endurspeglar seg í hansara fyrsta yrkingasavni, Várvindar, har hann yrkir bæði rím- og stevleyst. Annað savnið, Meðan eg tyggi norðlýsi 1968 er sett saman av meiri heilskapaðum yrkingum um natúruna, útlegd, kærleika og politikk. Í 1967 gav hann út bókina Lívsævintýrið við søgum og hugleiðingum, har høvuðsevnið er barna- og unglingaár, og í 1971 kom Roynd 1, sum er sett saman av yrkingum og stubbum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Meðan eg tyggi norðlýsi, 1968.