Ingálvur av Reyni 1989 & 2000

Ingálvur av Reyni var uppreistrarmaðurin í føroyskari málningalist og stríddist einvíst ímóti, at myndin gjørdist ov pen. Málningurin skuldi herja á, revsa og bróta niður, og listamaðurin vildi vera við, at gekst ov væl at selja, so var okkurt galið. Somuleiðis átti tú aldrin at vera nøgdur, tí so kundi tú líka so gjarna halda uppat. Tí tá vart tú deyður kortini.

 

 

Fyrra útgávan av bókini um Ingálv av Reyni kom í 1989 og onnur í 2000 og í hesari er alt fotograferað av nýggjum og strikumyndirnar eru somuleiðis í høvuðsheitum nýggjar. Teksturin hjá Gunnari Hoydal er kortini tann sami, men dagførdur og á trimum málum: føroyskum, donskum og enskum. Lagt til rættis hava Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre og Jógvan Isaksen. Gunnar Hoydal skrivaði tekstin og Per á Hædd tók myndirnar.

Um sína strevan, ið stóð við í meira enn tveir mansaldrar, segði Ingálvur av Reyni: ”Eg royni at koma fram til og finna tað bestemta bílætið, sum eg en ongantíð havi evnað at gjørt. Kanska eg upplivi tað. Kanska ikki.”

 

 

 

 

 

 

 

[separator type=”thin”]

Zacharias Heinesen 1995

Sameiningin av bygd og havi er eitt aðalmotiv í málningunum hjá Zachariasi Heinesen, men tíðum er evnið bæði myndaliga og koloristiskt pettað so mikið sundur, at mannabústaður og natúra gera eina titrandii symbiosu. Málningarnir hjá listamanninum hava altíð ein naturalistiskan kjarna, sum ongantíð er málaður heilt burtur. Tíðum eru myndirnar tætt uppundir tvey-dimenisonalar, eingin roynd verður gjørd at  fáa perspektiv og dýpd fram, heldur snýr tað seg um at koma sær burtur frá hesum báðum. Myndin av mammuni víkur á ein hátt frá, men bara tí at evnið er ein persónur. Eisini henni veitist lív gjøgnum strikur og flatar og litvirðir.

Í eini samrøðu hevur Zacharias Heinesen skírt seg sjálvan ”kubistiskan naturalist”. Skoyta vit uppí, at málihátturin er koloristiskt geometriserandi, at hann arbeiðir seg burtur frá perspektivinum, so hava vit kanska eina hóming av listamanninum. Upp á spurningin, hvussu tað ber til, at málningarnir hjá honum sum heild eru lættir og lyriskir, svarar hann stutt og greitt: -Eg haldi meg til tað ljósa.

Lagt til rættis fyri Mentunargrunn Studentafelagsins og Amaldus hava Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre, Helgi Fossádal, Jógvan Isaksen og Jon Hestoy. Jógvan Isaksen skrivaði tekstin og Per á Hædd tók myndirnar.

 

 

 

 

 

 

 

[separator type=”thin”]

Ingi Joensen 1992

Úrvalið av myndum hjá Inga Joensen er ikki bert gjørt eftir, hvørjar myndir eru tær frægastu, men fyri at gera eina heild. Heildin hevur ligið fremst í huganum, og í øðrum lagi at ein bók skuldi koma burturúr. Myndirnar í bókini eru tiknar sum vanligar svart/hvítar myndir. Í myrkakamarinum kenst so viðhvørt, at okkurt restar í, at tað svarta og tað hvíta og tað, sum býr harímillum, ikki í sjálvum sær er nóg mikið, at ein ella fleiri litir kunnu gera vart við nýggj brigdi. Litirnir verða ikki lagdir á fyri at gera litbíløt, men fyri at taka tað grafiska fram, fyri at styrkja um tað. Hartil fyri at gera ein øðrvísi skilnað millum ymsar partar í myndini, enn til ber við svørt/hvítum. Summar av myndunum eru hugsaðar frammanundan, eru at kalla tiknar, áðrenn tær vórðu tiknar, meðan aðrar eru komnar púra av sær sjálvum, eru fangaðar í flognum. Spælið og spenningurin er millum, hvat tað avmyndaða sigur tær, og hvat tú ert noyddur at hugsa tær til. Í rivuni millum mynd og áskoðara loypur í røttum løtum neisti ímillum, og poesiin sprettur.

 

 

 

 

 

 

 

[separator type=”thin”]

Amariel Norðoy 1987

 

 

 

 

 

 

 

Tað er sjáldsamt, at strikan hjá Amariel Norðoy er bein. Tað er eins og ein heildarfatan av tilveruni krevur meira dik, enn tann beina strikan er før fyri at lata frá sær, og hann tykist at avnokta, at strikan hevur nakra byrjan ella nakran enda. Hon er og heldur áfram frá steyrum yvir í menniskjur og hús og frá hesum yvir í fjøll og hav og fevnir síðani í mongum føri um alt myndatilfarið, sum um eina sápubløðru. Í hesum myndum hava menniskjur og báta sama virði, eru tilsamans heildin. Og hendan heildin verður málað sum ein samanhangur. Hetta sæst eisini í teimum mongu stineprentunum, listamaðurin hevur gjørt. Í hesi bók eru eisini fjúrtan yrkingar eftir Róa Patursson.