Søgan um Hirbel – Peter Härtling

Hirbel er øðrvísi enn onnur børn. Hann er sjúkur og hevur ofta ilt í høvdinum. Mamma hansara leggur einki í hann. Alt tað Hirbel kann minnast, hevur hann livað millum fremmand fólk á ymiskum heimum og sjúkrahúsum. Men hann dugir at laga seg eftir umstøðunum. Gerda Holm Poulsen týddi úr týskum og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen teknaði. 68 bls. 1986

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tummas og fílurin – H.G. Wells og Thorbjørn Egner

Tann gitni enski rithøvundurin H.G. Wells skrivaði fyri nógvum árum síðani ein søgu um ein erpnan, ríkan mann, ið datt á sjógv og varð bjargaður av Tummasi. Aftur fyri fekk tummas ein fíl í gávu. Thorbjørn Egner – hann við Fólk og dólgum í Kardumummubýi – skoytti seinni upp í søguna, yrkti vísur og teknaði. Steingrímur Weihe týddi. 60 bls. 1968

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hákunarbók

Valdemar Dalsgarð greiddi í 1961 til prentingar og teknaði eina røð av myndum til hetta lítla savnið av rímum og skjaldrum. Sumt hevur hann frá foreldrum sínum í Skálavík, og annað er eftir onnur heimildarfólk ymsastaðni úr Føroyum. Allar vísur og øll ørindir eru kortini poetisk og veita lesaranum eitt skemtiligt innlit í eldri føroyskan hugsunarhátt. Ein bók til bæði børn og vaksin. 20 bls. 1961

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Carlo Collodi – Pinocchio

PinocchioHøvundanavnið er dulnevni fyri satirikaran Carlo Lorenzini (1826-1890. Søgan varð á fyrsta sinni prentað sum framhaldssøga í barnablaðnum Giornale per i Bambini undir titlinum Søgan um eina trædukku og kom út í bók í 1883. Pinocchio er ólýðin, ein reypari og eitt sindur fávitskutur, so hann er lættur at lokka. Hann verður straffaður fyri sínar gerðir: lýgur hann veksur nøsin, skulkar hann úr skúla, verður hann eitt esil. Pinocchio er ein Commedia dell’Arte-figurur. Seinni eru komnar ein rúgva viðgerðum, tann gitnasta er teknifilmurin hjá Walt Disney frá 1939. 176 bls. 1956. Týðingin er eftir Stig G. Rasmussen og myndirnar hevur Axel Mathiesen teknað.

Ferð Gullivers til Pinkulingalands – Jonathan Swift

Bókin, sum kom út í 1726, var upprunaliga ætlað vaksnum, men sum við mongum eldri bókum, so bleiv hon stytt til barnabók. Gulliver kemur til mong løgin lond, men tey eru øll keipumyndir av hansara egna landi, Ongland. 91 bls. 1951. Chr. Matras týddi og Elinborg Lützen gjørdi myndirnar.