Eitur nakað land weekend? – Jóanes Nielsen

Meginparturin av sjónleikinum Eitur nakað land week-end? fer fram millum sjúklingar á psykiatrisku deild, og orð og hugasambond flúgva ímillum hesi, og leiklutarnir sum offur og bøðil umskiftast líka so skjótt. Teksturin hjá høvundanum er um somu tíð bersøgin, beiskur, beinrakin, grovur, eymur, fúlur og poetiskur. Føroyar lýstar sum ein stór psykiatrisk deild, og niðurstøðan kundi verið hon hjá August Strindberg: Tað er synd í menniskjunum. Við okkara egna Williami kundi tað verið lagt aftrat, at vit øll eru glataði, tí vit øll skulu doyggja, men fyri tí eigur lívið ikki at lítilsmetast, tí tað ávegis letur okkum so nógvar og ríkar upplivingar. 108 bls. 2001.

[separator type=”thin”]

Heystveingir – Hanus Kamban

Yrkjarin Hans Andrias Djurhuus hevur fingið at vita, at hann sleppur á ársskeið á Danmarkar læraraháskúla fyri triðju ferð. Tískil halda hann og kona hansara Petra stórfingna veitslu fyri vinum og skyldfólkum. Sjónleikurin HEYSTVEINGIR tekur við leygardag fyrrapart dagin eftir veitsluna. Tey bæði Hjørdis Djurhuus – dóttir Janus skald – og Villi Magnussen fáast við at rudda upp inni hjá Hans Andriasi, meðan tey práta um, hvussu veitslan hevur gingið. Umframt tey hitta vit í leikinum Hans Andrias, Petru og Janus skald. Men tað er ikki fyrr enn reiðarin og handilsmaðurin Sofus í Kollafirði trínur inn á pallin, at onkur gøtan verður ógreið – og ferð kemur á leikin. Sjónleikurin lýsir skaldsins støðu í einum rúmi, har ikki altíð er vítt til veggja, og har tilveran er hótt av lúnskum undirstreymum. 80 bls. 2000.