NÝGGJAR BØKUR

[separator type=”thin”]

Forside_pdfAt myrða við skrivaraborðið – Jógvan Isaksen

At myrða við skrivaraborðið  sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini saman um føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um bøkurnar hjá høvundanum sjálvum, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til til ta einstaku krimisøguna frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi 1990 til Prædikarin 2013. Í bókini eru oman fyri 200 bíløt av rithøvundum og permum frá Illustrerede Klassiker um Jan-bøkur, Sherlock Holmes og Agathu Christie til ein modernaðan amerikanskan høvund sum Michael Connelly.

 

[separator type=”thin”]

Afturljóð perma.inddAfturljóð – Heðin M. Klein

Afturljóð er eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum. Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta savnið.

 

 

 

[separator type=”thin”]

Daphis & Chloe

Daphnis & Cloe – Hanus Kamban

Hetta er ein skaldsøga um erotikk og seksualitet. Daphnis og Chloe verða løgd út í hagan og fostrað av ávikavist eini geit og eini ær. Tey vaksa upp, og kærleikin og girndin vakna í teimum. Men tey koma í neyð, tí ongin hevur lært tey kunstin at elska. Opinskárað og hugtakandi verður fortalt, hvussu tey læra henda kunst.

Bókin er bæði ein saftig og sakleys menningarsøga, eitt prosalýriskt skaldaverk um sambandið millum menniskja og náttúru og ein tekstur um ta vegleiðing til eydnu og kynsliga búning, sum gudarnir – Eros, Dionýsos og Dísarnar – veita. “Henda bók,” sigur týska skaldið Goethe, “er so vøkur, at hon eigur at verða lisin á hvørjum ári”.

Handritið er fest á blað í tíðini 150-250 eftir føðing Krists. Hendingarnar fara fram á oynni Lesbos, haðani høvundurin Longos helst eisini var ættaður. Sum tekstslag er bókin skaldsøga, fest á blað um 14 øldir áðrenn Don Quixote eftir Cervantes kom út. Men sjálv søgan fer fram í fimtu øld fyri okkara tíðarrokning.

Hanus Kamban týddi verkið úr forngrikskum. Í drúgvari eftirskrift verður greitt frá søgunnar uppruna og søguligu og bókmentaligu fyritreytum. Tann forna grikska skaldsøgan – sum tekstslag – verður umrødd, og Daphnis og Chloe verður lýst sum “metatekstur um ást og halga innvígslu”.

Tekningarnar eru eftir Torbjørn Olsen. Sats, prent og innbinding hjá hesi skreytútgávu hevur Føroyaprent havt um hendur. Útgevari er Mentunargrunnur Studentafelagsins

 

[separator type=”thin”]

front_nyhed

Kærleiki og vónir – Edvard Nyholm Debess

Í svart-hvítum myndum sigur Edvard Nyhol Debess søguna hjá Rakul og Johan Dalsgaard.  Tey búsettu seg á festinum í Fámara í 2010 og stríddust eitt langt stríð um rættin at vera har, áðrenn tey í 2013 máttu geva skarvin yvir. Hetta er ikki ein bók um orrustuna í Fámara, sum at enda gjørdi av við teirra visión. Hetta er ein bók, sum í myndum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna stóra dreymin um eitt stað, har vit øll treytaleyst kundu trívast á jøvnum føti.

Edvard Nyholm Debess er havnamaður og best kendur frá tónleikalívinum, har hann síðan síni ungu ár hevur verið við til at mynda føroyskan tónleik, – bæði sjálvur á palli og sum tónaskald,- men eisini í útvarp- og sjónvarpsarbeiði.

Men tað sum færri kanska vita at hann eisini er fotografur.

Hann hevur øll árini afturat tónleikinum havt ein livandi og virknan áhuga í fotografi, og er nú farin undir at arbeiða miðvíst við hesum.

Hann hevur ment sítt egna úttrykk, har hann leggur seg eftir at gera erligar lýsingar og er ikki bangin fyri at fara tætt uppá.

Edvard er ikki ein neutralur eygleiðari, men hevur eina søgu at siga.

 

[separator type=”thin”]

bokur

Prædkiarin – Jógvan Isaksen

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini. 300 bls. 2013

 

 

 

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi 2

Alt av kærleika – Dagny Joensen

Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinnur blaðungar við amerikomonnum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum. Onkrir av hesum monnum starvaðust innan hervaldið, aðrir innan telefyritøkur. Dagny Joensen skrivar í innganginum, at hon mangan hevur hugsað um hesar kvinnur, sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sambandið millum USA og Føroyar ikki var so høgligt tá sum nú.

Dagny Joensen fór tí til vesturstrondina av USA at tosa við fýra føroyskar kvinnur, sum nærkast teimum sjeyti. Tær búgva allar fýra í statunum Oregon og Washington, og í fleiri førum heilt nær hvørjari aðrari. Tær siga frá teirra lagnum, maka og børnum, og hvussu lívið hevur verið í USA. Tær flestu eru í dag  amerikanskir ríkisborgarar, men siga seg føla seg sum føroyingar og eru stoltar av sínum uppruna. Bókin yður somuleiðis í myndum.

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi 3

Brodering til tann føroyska tjóðbúnan – Pauline M. K. Eliasen

Høvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan.  Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

At brodera fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan er ikki so gamal siður í Føroyum, men frá 1950’unum tók brodering rættiligt dyk á seg og brreiddi seg kring alt landið. Við hesi bók er fyri fyrstu ferð tilfar givið út við hollari vegleiðing, ið bæði kann nýtast til undirvísing og heimbrúks. Í bókini eru eisini nógvar myndir av ymiskum fólkum í tjóðbúna.

Stigið til útgávuna er tikið á Tórshavnar Kvøld,- Ungdóms- og Listaskúla, har Paulina M.K. Eliasen hevur verið lærari síðani 1982, og bókin finst bæði í einari føroyskari og einari enskar útgávu.

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi 4
Eínglasuð – Tóroddur Poulsen

Í fjør gav Tóroddur Poulsen út tað dystopiska yrkingasavnið ”Heimvitisferðin”, sum onkur ummælari vildi vera við aldrin skuldi verið givið út.  Yrkingarnar vóru kanska ikki allar líka penar, men tær vóru bersagnar.

”Einglasuð” er øðrvísi, tí tað heldur enn at venda seg út eftir hyggur inn í yrkjaran sjálvan og hansara viðurskiftir við umheimin. Hesi eru minni enn so altíð einføld, og yrkingarnar eru mangan á tremur av mótsøgnum: ”her  stendur / alt tað / eg ikki tori / at skriva // sløkk ljósið / so tað / sæst”.  At brúka mótsøgnina, antitesuna, er gamalt innan lyrikk og var eitt høvuðsrák í barokkini, hvørs fremsta umboð er Thomas Kingo. Og skuldi tað verið mett um, hvat skald hevur havt størstan týdning  fyri føroyingur, so er lítil ivi um, at Kingo hevði vunnið. Út frá hesum sjónarhorninum er Tóroddur Poulsen mitt úr berginum brotin.

Virðingin fyri tí himmalska er kanska ikki á sama støði sum hjá Kingo, men við ávísum fyrivarni er hann líka so glaður fyri jarðarlívið sum barokkyrkjarin. Tóroddur dregur kanska meiri ljótt fram enn Kingo, men hann skal heldur ikki standa til svars yvir fyri einum einaveldiskongi.

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi 5

 Aftan á undrið – Jóanes Nielsen

Hetta er aðru ferð Jóanes Nielsen roynir seg sum leikhøvund; fyrru ferð var “Eitur nakað  land Week-end?” sum Gríma setti upp í 2001, og sum vann Norðulendsku Dramatikaravirðislønina í 2002. Í hesum leikinum roynir Jóanes nýggjar leiðir.

“Aftan á Undrið” flytir seg alla tíðina millum veruleika og dreym, og er at kalla meira absurdur og dreymakendur.

Leikurin er um tólv ára gamla Dávid, sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað. Leikurin fylgir Dávidi og hansara hugsanum og dreymum um familjuna, lívið, deyðan og – Pinocchio! Í dreymunum er Dávid Pinocchio, sum ikki er ein trædukka longur, men er blivin ein ordiligur drongur. Og eins og Dávid roynir Pinocchio at sættast við hvat tað er at vera menniskja.

Leikurin flytur seg millum hesar báðar heimarnar, tann veruliga og dreymin, og tað er ikki altíð lætt at síggja mun á. Verur úr Pinocchio-søguni blanda seg uppí veruleikan, og hjálpa Dávidi at finna seg sjálvan í einum hurlivasa av kenslum, fantasiið og dreymum.

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi 6

Hinumegin er mars – Sólrún Michelsen

Frásøgukvinnan er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir nú av álvara, at tann stytsti teinurin er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina. HINUMEGIN ER MARS er poetisk mynd av tí at eldast og dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja lætu.

 

 

 

 

 

[separator type=”thin”]

bokur kopi

Savn – Kim Simonsen

Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsund er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka hugtakið um hvat eitt savn- ella yrkingasavn kann vera. Við at blanda persónligar minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt endar.