Oddvør Johansen er fødd í Havn í 1941 og fór eftir lokna skúlagongd á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Hon giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Í 1987 flutti familjan til Føroya, og líka síðani hevur Oddvør virkað sum organistur fyrst í Havnar Kirkju og síðani í Hoyvíkar kirkju. Í 1982 debuteraði hon við skaldsøguni Lívsins summar, sum var týdd til danskt og svenskt og stórliga fagnað, og sum fekk M.A. Jacobsen virðislønina. Í 1989 fekk hon barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar Býráð fyri barnabókina Skip í eygsjón, og í 2001 fekk hon aftur M.A. Jacobsens virðislønina, hesa ferð fyri skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið. Í 2004 vann Sebastians hús skaldsøgukappingina hjá Listastevnu Føroya. Skaldsøgan Í morgin er aftur ein dagur var skotin upp til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2001.
Oddvør Johansen er tann fyrsta í føroyskum bókmentum, sum skrivar kvinnuskaldsøgur, soleiðis at skilja, at tað eru royndirnar hjá eini gentu/kvinnu, sum eru kjarnin í frásøgnini. Musikkur og erotikkur eru eisini altíð frammarlaga. Oddvør er millum mest lisnu føroysku høvundur, bæði tí hon skrivar eitt óvanliga lætt føroyskt mál, og tí evnini, sum hon viðger, oftast eru tikin beint úr gerandisdegnum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

– Úr køksvindeyganum. Greinir og søgur, 2006
– Sebastians hús. Skaldsøga, 2004
– Tá ið eg havi málað summarhúsið. Skaldsøga, 2001
– Í morgin er aftur ein dagur. Skaldsøga, 1998.
– Á káta horninum. Stuttsøgur, 1995.
– Ein mamma er ein mamma. Skaldsøga, 1993.
– Bella Katrina. Stuttsøgur, 1990.