Hanus Kamban er føddur í Saltangará í 1942 og uppvaksin úti í Skúvoy, har bæði foreldrini vóru lærarar. Navnaskiftið frá Andreassen í 2000. Hann las enskt og týskt við universitetið í Keypmannahavn, men gavst tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp. Arbeiddi sum rættlesari á Berlingske Tidende í 1968-71 og var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69. Tók í 1975 prógv sum sjúkrahjálpari og hevur starvast í longri og stytri skifti á sjúkrahúsum og røktardeildum í Keypmannahavn, London og í Havn. Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur hann livað sum rithøvundur burturav og er einahelst blivin kendur fyri sínar stuttsøgur og ta drúgvu ævisøgunum um Janus Djurhuus. Eitt afturkomandi tema í skaldskapinum hjá Hanusi Kamban er ivin, hetta ikki at tora at taka eina avgerð. Ótryggleikin stavar frá barnaárunum, og høvuðspersónarnir í søgunum berjast langt upp í vaksnaár við at gera seg leysar av hesum hafti. Hanus Kamban hevur fingið virðisløn M.A Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980, fyri fagrar bókmentir í 1986, sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brrekkumørk í 1990. Stuttsøgusavnið Pílagrímar var 2002 í tilmæli til at fáa bókmentaligu virðisløn Norðurlandaráðsins. Hanus Kamban fekk í 2004 Mentanarvirðisløn Landsins og í 2007 eina játtan fyri lívið frá Statens Kunstfond. Fleiri av bókum hansara eru umsettar til danskt og svenskt. Um tann fyrra partin av skaldskapinum hjá høvundanum hevur Jógvan Isaksen skrivað bókina Í hornatøkum við Prokrustes 1993.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Daphnis & Chloe eftir Longos. Umsett úr forngrikskum og við eftirmæli, 2013.

– Gullgentan. Stuttsøgur, 2010

– Café Europa. Yrkingar, 2008

– Pílagrímar. Stuttsøgur, 2001

– J.H.O. Djurhuus – ein bókmentalig ævisøga I-III, 1994-97

– Hotel Heyst. Stuttsøgur, 1986

– Við tendraðum lyktum. Stuttsøgur, 1982

– Dóttir av Proteus. Stuttsøgur, 1980

– Ray Bradbury: Kaleidoskop, 1974. Hanus Kamban (Andreassen) umsetti.

– Drekin og aðrar søgur, 1969. Hanus Kamban (Andreassen) týddi.