Prædikarin skorin permaPrædkiarin – Jógvan Isaksen

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini. 300 bls. 2013

 

 

[separator type=”thin”]

Tann fimti maðurin – Jógvan Isaksen

William Hammer er komin í starv hjá tí føroysku løgregluni og hevur fingið sína egnu deild í Skansahúsinum. Hann verður av danskari og bretskari fregnartænastu biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara. Træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir 2. Veraldar bardaga og til eina stóra vinnulívs fyritøku. 287 bls. 2012

 

[separator type=”thin”]

Deydningar dansa á sandi – Jógvan Isaksen

Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum, og fuglur er farin illa við honum. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran, sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina. 272 bls.

 

 

[separator type=”thin”]

Norska Løva – Jógvan Isaksen

Færøernes Mellem- og Realskole er ein vakran dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvir ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. Hóast Hannis ikki hevur nógv álit á, at tað skal lukkast at finna fram til nakað so nógv ár seinni, tekur hann av. Brátt er hann fløktur inn í eina røð av ósvaraðum spurningum og deyða. Norska Løva er sjeynda bókin í røðini um Hannis Martinsson. 290 bls.

 

[separator type=”thin”]

Norðlýsi – Jógvan Isaksen

Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Hannis Martinsson arbeiðir aftur á Blaðnum og fer undir at kanna, um tað er ein samanhangur, og um illvilji ímóti samkyndum hevur nakran leiklut. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson, sum tikist at hava latið sítt akker falla med alla í Føroyum. 290 bls. 2009

 

[separator type=”thin”]

Metusalem – Jógvan Isaksen

Kommunumenninir, sum reinsa Hoyvíkstjørn, koma fram á eina beinagrind, sum ein C-14 tíðarfesting vísir er um túsund ára gomul.Men so verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði er beiggi hansara, ið hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali. Metusalem er fimta bókin um Hannis Martinsson. 316 bls. 2008

 

[separator type=”thin”]

Adventus Domini – Jógvan Isaksen

Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroya og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Træðrir eru aftur til krossriddararnar á Rhodos í 16. øld og til S/S Sauternes, sum sakk í Fugloyarfirði í 1941. Adventus Domini er fjórða bókin um Hannis Martinsson. 253 bls. 2007

 

[separator type=”thin”]

Krossmessa – Jógvan Isaksen

Tá ið tvey ung, bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Um somu tíð fær Hannis Martinsson vitjan og verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. Hann tekur treyðugt ímóti avbjóðingini, sum eisini vísir seg at vera væl meiri vandamikil, enn hann hevði roknað við. Krossmessa er triðja bókin um Hannis Martinsson. 289 bls. 2005

 

[separator type=”thin”]

Teir horvnu kirkjubøstólarnir – Jógvan Isaksen

Kári, Rói, Beinta og Magnus fara 2. páskadag út á Fornminnissavnið. Meðan tey eru har, verður ein kirkubøstólur tikin. Tey gera sítt ítasta at fanga tjóvin og eru fyri alskyns spennandi og óhugnaligum hendingum. Teir horvnu kirkjubøstólarnir er skemt­ilig og spennandi krimisøga og onnur bókin í røðini um tey fýra vinfólkini. Tann fyrra var Brennivargurin. 151 bls. 1996

 

[separator type=”thin”]

Duldar leiðir – Mina Reinert

Krimisøgan hevur leikpall um nærum allan heimin, men størri parturin fer kortini fram í Føroyum. Jenny Alberta Williams, mamman er føroysk og pápin er eingilskmaður, er uppvaksin í India, síðani gift týska aðalsmanninum Jochen von Brunnfeldt de Schoot. Men Jochen doyr brádliga, og Jenny flytir til Føroya at arbeiða á einum edv-virki. Men sum frá líður varnast hon, at ymiskt løgið fer fram. Bæði við hús og á arbeiðsplássinum. Duldar leiðir er spennandi bók á tremur av loyndarmálum og kærliekslongsli. 223 bls. 1996

 

[separator type=”thin”]

Á ólavsøku – Jógvan Isaksen

Jens Pauli Joensen er leiðari á Føroysku Fregnartænastuni og skal á ólavsøku eftir boðum frá løgmanni vera lívverji hjá einum týskara. Hetta dámar honum lítið, og serstakliga tí at týskarin ikki er petti fyrikomandi. Hann gerst haraftrat grreiður yvir, at onkur liggur blði gestinum og honum eftir lívinum. ”Á ólavsøku” er skemtikrimi í 9 pørtum við vignettum úr amerikonskum pulp-magazines frá 20unum og 30unum. 86 bls. 1996

 

[separator type=”thin”]

Gráur oktober – Jógvan Isaksen

Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini. Er samband ímillum deyðan hjá hesum báðum? Og hvat hava teir við lutaspekulasjón at skaffa? Eins og í ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” er blaðmaðurin Hannis Martinsson høvuðspersónur, og aftur hesa ferð leggur hann seg út í meiri enn væl er. 244 bls. 1994

 

[separator type=”thin”]

Brennivargurin – Jógvan Isaksen

Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6. D í kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærararnar og ikki altíð við mýkindum. Men teir fáa álvarsligar trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg, sum herjar í Havnini. Søgan er bæði spennandi og stuttlig, og sangirnir hjá Elvis Presley hava eisini ein leiklut. 132 bls. 1991

 

[separator type=”thin”]

Blíð er summarnátt á Føroyalandi – Jógvan Isaksen

Sonja Pætursdóttir verður funnin deyð undir Støðlafjalli. Hóast løgreglan metir deyða hennara at vera eitt óhapp, so er blaðmaðurin Hannis Martinsson ikki samdur. Tá ið hann stutt seinni finnur vinmann Sonju deyðan, er hann fullvísur í, at her ruggar ikki rætt. Og so er tað skonnartin ”Eva” úr Paraguay, sum liggur í Vágsbotni. Hetta er fyrsta bokin um Hannis Martinsson. 263 bls. 1990