Memoirer og Autobiografi – Samuel F. Samuelsen

Ritstjórnað og við inngangi eftir Hera Kragesteen. Hvussu var at liva seinast í nítjundi øld og fyrst í tjúgundu øld í Havn? Hava upplivað endan av einahandilstíðini, verið við til at kalla inn til víðagitna jólafundin 1888 og virkað í tøttum samstarvi við embætismannavaldið danska? Sámal á Krákusteini varpar ljós á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli. Bókin er á tremur av myndum frá tíðini.

223 bls. 2008

[separator type=”thin”]

Marita – eitt konubrot í landsins søgu – Dagny Joensen

Hendan vakra bók er ein lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum Maritu Petersen, sum skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum. Hon legði at kalla lunnar undir nýggja kvinnumentan, sum vísti, at kvinnur á øllum økjum kunnu taka ábyrgd á jøvnum føti við menn.

183 bls. 2007

[separator type=”thin”]

Terradropar – Dagny Joensen

Bókin er sett saman av opinskáraðum samrøðum við kvinnur í aldursbólkinum 23 til 70 ár, og tískil eru tær dulnevndar, hóast onkur man kennast aftur. Í flestu siðsøguligu bókum verður skrivað um arbeiði og virki hjá monnum, meðan familjuviðurskiftini ikki hava fingið nær námindis líka stóra umrøðu. Hendan bókin er skrivað sum eitt íkast at lýsa viðurskiftini hjá nøkrum kvinnum í okkara tíð.

221 bls. 2004

[separator type=”thin”]

J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga III – Hanus Kamban (Andreassen)

Í hesum triðja og seinasta bindinum fáa vit eina mynd av skaldsins fjølbroytta og ævintýrkenda lívi í tríatiárunum. Bókin varpar ljós á tey mentunarligu og politisku rákini í Janusar tíð. Hon endar í august 1948, fáar mánar eftir at heimastýrislógin var komin í gildi og eitt nýtt søguligt tíðarskeið byrjað. Men fyrst og fremst er hetta ævisøgan um ein marglyntan sveimara, sum alt lívið stóð í andstøðu til góðtikin borgarlig hugtøk. Í bókini er ein ørgrynni av forkunnugum myndum og fotomyndum.

407 bls. 1997

[separator type=”thin”]

J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga II – Hanus Kamban (Andreassen)

Í 1904 giftist Janusvið Onnu í Hvannasundi. Hjúnalagið var ikki uttan trupulleikar. Janus gjørdist cand. jur. í 1911, men fekk bara 2. próvmerki. Hett fekk avgerandi ávirkan á hansara framtíð, og tarnaði mongum av ætlanum hansara. Bókin setir yrkjarans lív inn í ein tíðarkarm. Við støði í fjølbroyttum og forkunnugum skjalatilfari varpar hon ljós á ógvisligar hendingar, sum fáur fyrr hevði vitað um. Bókin yður í myndum.

323 bls. 1995

[separator type=”thin”]

J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I – Hanus Kamban (Andreassen)

Í hesum fyrsta bindi fortelur Hanus Kamban um yrkjarans ætt og søguligu fortreytir. Um foreldur hansara. Um Havnina í áttatiárunum í nítjandu øld. Um kommunuskúlan og realskúlan. Um Janusar ár á studentaskúlanum í Rønne og á Keypmannahavnar lærda háskúla. Ævsøgan um Janus Djurhuus er ein roynd at flætta saman persónlýsing, tíðarsøgu og bókmentasøgu. Hon er bókin um ein føroying, hvørs lív fall saman við tjóðskaparrørsluni, og sum blaðungur setti sær sum mið at geva føroyskum máli europeiskan høvuðburð. Tað eru nógvar myndir í bókini.

253 bls. 1994