Horvnir menn – Firouz Gaini

Søgurnar í savninum hava hin eyðkenda tíðarleysa og staðarleysa dámin og minimalistiska stílin, sum sermerkja flestallar tekstir, F. Gaini síðstu árini hevur latið úr hondum. Søgurnar, sum viðgera tilveruspurningar, øll menniskju í okkara samtíð mugu seta sær, noyða, á gátuføran hátt, lesaran at sjálvur taka støðu til viðbrekin viðurskifti í lívinum. Í søgunum hjá F. Gaini fylgir einsemið og ivin altíð persónarnar, sum ferðast uttan ferðaætlan og, í grundini, ongantíð veruliga koma á mál. 125 bls. 2011

[separator type=”thin”]

Rottan – Sólrún Michelsen

ROTTAN er fyrsta stuttsøgusavnið, sum Sólrún Michelsen letur úr hondum, og tað vísir av álvara hennara frásøgukynstur. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini, vanlig umhvørvi eru kanska ikki so vanlig hóast alt, og hendingarnar eru kanska ikki fullkomiliga hvønndagsligar. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi. Høvundurin dugir óvanliga væl at lýsa eitt sindur løgnar lagnur, fólk sum vit vanliga høvdu kallað originalar, men hon dugir at gera tað soleiðis, at vit síggja hendingarnar frá teirra sjónarhorni. Somuleiðis dugir hon framúr at lýsa vanlig fyribrigdi og veita lesaranum eina kenslu av, at hesi kanska ikki eru so vanlig kortini. At okkurt ræðandi og skelkandi býr undir, og lesarin fer kanska at hugsa um Ray Bradbury ella Stephen King. Um somu tíð fer tað mesta fram í einum føroyskum gerandisumhvørvi, har tílíkt ikki hendir. Ella ger tað?  221 bls. 2011

[separator type=”thin”]

Gullgentan – Hanus Kamban

Hetta er fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum, og umboðar eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri. Í øllum savnsins tíggju tekstum verður lesarin leiddur út ígjøgnum veruleikans dyr og – inn í dreym, søgn, ævintýr og framtíð ella inn í eitt sjónarvovið univers, har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga og ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut og avbjóðingar í einum heimi, har hon er  fremmand og kanska sum frá líður verður avrøkt. Myndir: Herborg Silja Strøm. 123 bls. 2010

[separator type=”thin”]

Tema við slankum – Sólrun Michelsen

Savnið er sett saman av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar. Les eisini um tað heita hjarta, himmalstigan og mangt annað.  Teir einstaku søgurnar eru bæði ein heild í sjálvum sær, men hanga um somu tíð saman sum perlur á strái. Stubbarnir og søgurnar í Tema við slankum eru bæði sterkar, ræðandi og yndisligar um somu tíð. Sólrún Michelsen hevur eini serlig evnir at lýsa umhvørvi við at taka smálutir fram og dugir at gera løtur hugnaligar. Men hon dugir so sanniliga eisini at draga tað óhugnaliga fram, sum býr allastaðni í nánd av okkum, og sum vit viðhvørt eisini eru partur av. Tema við slankum er sætta bókin, sum Sólrún hevur skrivað, men samstundis fyrsta bókin skrivað til vaksin. 113 bls. 2007

[separator type=”thin”]

Pílagrímar – Hanus Kamban

Í tíð fevna tær níggju søgurnar í “Pílagrímum” um 150 ár, men lagnir og pílagrímsferðir hava lyndi til at endurtaka seg. Í søguni Undir tínum veingjabreiði úr savninum Dóttir av Proteus, varð drongurin Kaisten neyðtikin uppi á einum lofti í heimbygdini, og undir báðum teimum sterkastu søgunum í “Pílagrímum” býr neyðtøka í barnaárunum. Á vegamótinum millum at vera barn og vaksin kanst tú vera fyri hendingum, sum tú ikki ræður fyri sjálvur, men sum framhaldandi hava ræðið á tær. Fyri hesar lívsins pílagrímar tykist eingin ætlan at vera, men bara tann blinda tilvild. 131 bls. 2001

[separator type=”thin”]

Á káta horninum – Oddvør Johansen

Savnið er sett saman av endurminningum og hugleiðingum, har Oddvør Johansen við sínum eyðkenda skrivingarlag ger rámandi myndir av lívi og levnað. Hendinga stuttsøgan trýtur heldur ikki. Tað lætta, skálkabrosið,  eyðkennir í fittan mun søgurnar hjá Oddvør Johansen, ið fevna frá skóbúðini í Vágsbotni og upp á Skælingsfjall, og úr SMS til Múrin í Kirkjubø. Hon skrivar og tosar um alt í senn og ger á henda hátt eina lýsing av Havnini í 90unum, um somu tíð sum hugurin ferðast aftur til sakleysari dagar. Inngangur og útgangur eru yrkingar. Tann fyrra um málið, meðan tann seinna er ein sterk lýsing av evsta bardaganum hjá beiggjanum. Savnið kann sammetast við eitt kramarhús við blandaðum bommum, har tey einstøku bommini eru ólík, men tað er ongantíð ivi um, at bommvirki er tað sama. 133 bls. 1995

[separator type=”thin”]

Rósa Maria – Jens Pauli Heinesen

Savnið er býtt í tveir partar, har tær fimmsøgurnar í fyrra partinum eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsamans mynda eina stuttsøgu-cyklus. Søgurnar eru annars sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum, ikki minst í hesum seinasta savninum, sum lýsir tað kensluliga, kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini upp á gott og ilt. Søgurnar hjá Jens Paula Heinesen prógva, at heilin er dyggasta kynsgagnið, og hetta innlit veitir flestu søgunum eitt milt umberandi brá. 175 bls. 1995

[separator type=”thin”]

Loynigongir – Bergtóra Hanusardóttir

Søgurnar kunnu lesast hvør sær, men eru um somu tíð hugs­aðar at gera eina heild. Sjónarhornið er hjá gentuni –  kvinnuni – og tað er hennara fatan av umheimi og hendingum, sum lesarin fylgir við í. Stundum sigur eitt eg frá, stundum fylgja vit gentuni og stundum verður hon nevnd Súsanna. Súsanna gongur í skúla, hon fer niður at lesa, og hon kemur heim aftur at gerast partur av samfelagnum. Innan henda tríbytta karm eigur kærleikin – og tað sum av honum stendst – ein týðandi tátt. Men ótrygg­leiki og ivi gera seg galdandi á mongum av lívsins økjum – og ikki at gloyma: deyðin. Longsul og stremban eru líkaleiðis eyðkenni fyri hesar áhugaverdu og lættlisnu søgur. 108 bls. 1993

[separator type=”thin”]

Gráglómur – Lydia Didriksen

Søgurnar í hesum savni ferðast ikki eftir realistiska høvuðsrákinum í føroyskum bókmentum. Á ein hátt eru tær kortini realistiskar og lýsa gerandisumhvørvi. Men longri tú lesur áfram, greiðari gerst, at hetta bert er yvirtromin, at nógv annað býr undir. Søgurnar hjá Lydiu Didriksen eru øðrvísi enn føroyskar søgur flestar. Tær eru stuttar, ofta surrealistiskar og altíð symbolskar. Tám valdar mangan, og hetta dregur í sínum lagi tað óveruliga fram. Menniskju og umhvørvi glíða saman og gera eina ógreiniliga heild. Høvundurin roynir at fara niður í sálardýpdir, har okkara skaldskapur sjáldan ferðast, niður har sterk kynslig rák ganga. 95 bls. 1992

[separator type=”thin”]

Bella Katrina – Oddvør Johansen

Havnarsøgur kundi felagsheitið eisini verið á søgunum hjá Oddvør Johansen. Tí í Havn fara tær allar fram. Í fimmtiárunum og í dag. Søgur eru um uppvøkstur á Tinghúsvegnum, upplivingar úti á Reyni, sólarmyrking uppi í Plantasjuni. Somu umhvørvi nú døgum: bústaðarneyð, trupulleikin at  fáa tíðina at røkka til bæði skriving og húsarhald, ungdómur í miðbýnum á náttartíð. Og so um erotikkina, sum tekur út yvir fátækradømi og avbuking, ja næstan dráp. Savnið lítur bæði aftur til barnaár og ger um somu tíð eina løtumynd av tilvleruni í okkara lítla høvuðsstaði fyri ikki so mongum árum síðani. 125 bls. 1989

[separator type=”thin”]

Hotel Heyst – Hanus Kamban (Andreassen)

Søgurnar í hesum savni eru eitt sindur øðrvísi enn tær í teimum undanfarnu søvnunum. Elli og deyðin eru frammarlaga, og tittulsøgan er um eina pleygudeild, har bíðað verður eftir deyðanum, og har tú heldur ikki sleppur at gera annað enn nettupp tað. Søgurnar eru kortini ikki svartskygdar, viðhvørt kanska merktar av einum dámi av sorgblídni, at lívið so lætt fer ímillum fingrarnar. 135 bls. 1986

[separator type=”thin”]

Við tendraðum lyktum – Hanus Kamban (Andreassen)

Hesar átta søgurnar eftir Hanus Kamban eru ein roynd at lýsa á gripir, sum meira og meira tykjast at smúgva ígjøgnum meskarnar í nútíðarsamfelagnum – løg, vit ikki hoyra, litir, vit ikki síggja, loyndarmál, vit ikki vilja kennast við. Søgurnar eru um kærleikan og vakurleikan í víðastu merking. Við tendraðum lyktum leggur seg í slóðina eftir Dóttir av Proteus, og høvuðspersónarnir stríðast við somu trupulleikar. 153 bls. 1982

[separator type=”thin”]

Dóttir av Proteus – Hanus Kamban (Andreassen)

Hetta er fyrsta søgusavnið hjá Hanusi Kamban, og tað kom óvart á mong, at tað var somikið øðrvísi enn føroysk søgusøvn flest. Bara tittulin! Málið var hartil smidligt, nútímans og rótfest um somu tíð. Innihaldið í søgunum veik eisini frá, tí so nógv av tí snúði seg um gerandisdagin hjá tilkomnum ungdómi, trilvandi sum í blindum eftir einari framtíð, og um vónir og ósigrar á leiðini. 116 bls. 1980

[separator type=”thin”]

Dreymur um eitt undarligt land – Graham Greene

Graham Greene fekk ongantíð Nobelvirðislønina, og tað sigst, at tað var tí, at hann var ov kendur og ov nógv lisin. Tá ið tú lesur hesar søgur, skilir tú eisini, hví so mong hava hug at lesa hann. Longu frá fyrstu byrjan er tað psykologiska grundtemað í skaldskapinum hjá Graham Greene tann jagstraða mennisjan, og hvønn sálarligan kostnað tað hevur at hava framgongd í okkara samfelag. Søgurnar í Dreymur um eitt undarligt land er úr ymsum søgusøvnum og geva eina góða mynd av spektrinum hjá tí bretska høvundanum: frá teimum døkkastu átrúnaðarligu rannsóknarferðunum um spennandi kanningarferðir til stóran humor, men ein humor, sum fær teg at nøtra. Søgurnar eru valdar og týddar av Hanusi Kamban. 127 bls. 1979

[separator type=”thin”]

Kaleidoskop – Ray Bradbury

Ray Bradbury er føddur í 22. august 1920 og er sostatt 90 ára gamal. Hann hevur skrivað ørgrynni  av søgum og má sigast at vera eitt tað sjáldsamasta stuttsøguskaldið í Amerika í dag. Bradbury verður av mongum kallaður science-fiction rithøvundur, og hetta er kanska ikki skeivt. Skaldsøgan Fahrenheit 451 man vera ein tann besta framtíðarskaldsøgan av tí svartskygda slagnum, ið er skrivað. Men Bradbury dugir nakað, sum SF-rithøundar vanliga ikki duga, hann dugir at lýsa menniskju, so at tey kennast livandi. Og tá ið hann er bestur, er hann skald, nýmótans ævintýrsmiður – og minnir um andligu frændur sínar Edgar Allan Poe og H.C. Andersen. Tær fimm søgurnar í hesum savnið eru umsettar av Hanusi Kamban . 109 bls. 1974

[separator type=”thin”]

Drekin og aðrar søgur

Hetta er úrval av enskum og amerikonskum stuttsøgum, sum Hanus Kamban týddi til føroyskt. Hetta er spennandi og hugvekjandi lesnaður, ofta um sjáldsamar lagnur ella merkiligar hendingar. Í hvussu er tvær av søgunum Land teirra blindu, um hvat ið hendir einum manni, ið villist inn í hin søgnríka Dal teirra Blindu í Andesfjøllunum, og Myrkaræðsla, um múrin, ið skilir barnið og hin vaksna, hava fingið fastan sess í heimsbókmentunum. 206 bls. 1969

[separator type=”thin”]

Bøndur og fátæk fljóð – Hans Dalsgaard

Bókin er eitt savn av teimum ógvuliga fínu stuttsøgunum, sum Hans Dalsgaard skrivaði í 1920-árunum. Her vísir hann góðar gávur at lýsa tann happaða, bygdakegl og so hevur hann eina hepna hond sum skemtisøguhøvundur. Aftrat teimum níggju upprunasøgunum eru seks týðingar eftir íslendsku høvundarnar Elías Már og Guðmund Gíslason Hagalín. 142 bls. 1968.