Sóttrøll. Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen – Jógvan Isaksen 2010

Jens Pauli Heinesen er einahelst Føroya virknasti rithøvundi. Samanrenningin av treiskni, góðvarni og einum ómetaligum arbeiðshugi hevur til í dag lagt úti við fjøruti bøkur eftir seg. Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen til ein av fremstu høvundum í føroyskum bókmentum, tað er sanniliga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja ein tumma halda kósina eitt langt lív. Tað hevur alla virðing uppiborna. ”Sóttrøll” fer ígjøgnum allar søgur og skaldsøgur hjá høvundinum á ein so einfaldan hátt, sum til ber. 207 bls. kr. 280

Dulsmál og loynigongir. Ummælir – Jógvan Isaksen

Bókin er savn av ummælum frá teimum seinastu tíggju árunum. Orsøkin til, at savnið yvirhøvur verður givið út, er, at tað enn finst stak lítið skrivað um føroyskar bókmentir, hóast tað tey seinnu árini er blivið frægari. Tær umrøddu bøkurnar eru stak ymiskar: frá bók um trolaran Ólav Halga um týðingina av Palla Pumm til yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen – men tað mesta er kortini um føroyskan skaldskap. 138 bls. 2008

 

Barn av grundsøgum – Bergur Rønne Moberg

Tekstirnir í hesum savni eru bæði vanligar greinir av bókmentaligum slag, men eisini ummælir, samrøður og minningarorð, sum høvundurin hevur havt í føroyskum og útlendskum tíðarritum og bløðum seinastu árini. Tekstirnir endurspegla høvundsins hugsanir um bókmentir og annað, og fyribrigdi avdúking verður viðgjørt í mongum av greinunu. Barn av grundsøgum er í mangar mátar ein dýpan av hugsanum um viðurskiftir millum bókmentir og lívsáskoðan. 170 bls. 2008

Loystur úr Fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú – Jógvan Isaksen

Heðin Brú man enn sum áður vera Føroya mest lisna og umhildna skald. Tað finst valla mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsøgum og stuttsøgum. Og tey, sum hvørki hava lisið hann av egnum huga, ella tí lærarin hevur álagt teimum tað, eru kortini ikki sloppin undan at kunnast við stóran part av ritverkinum hjá honum, tí hann hevur verið so nógv lisin í útvarpinum. Loystur úr fjøtrum er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboðum, sum til ber. 250 bls. 2006

Tá søgan byrjar á staðnum – Bergur Rønne Moberg

Tittulin sipar í fittan mun til høvundsins egna lív og lagt verður fyri við minningargrein um mammuna. Hartil er bókin eitt úrval av greinum um mentan og skaldskap. Evnini eru tjóðskapur, modernitetur, upplýsing, fjølmiðlar, skaldskapur og kristindómur. Greinirnar eru eitt íkast til almenna føroyska kjakið. 273 bls. 2006

 

Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa – Jógvan Isaksen

Bókin sigur frá tí høpi William Heinesen vaks upp í og hvørja ávirkan tað fekk á skaldskapin hjá honum og metingin av honum millum fólk í Føroyum. Bókin fer síðani í tíðarrøð ígjøgnum allan tann óbundna skaldskapin hjá høvundinum og ger harmumframt greiði fyri, hvat verður brúkt av teori og tekur at enda samanum alla viðgerðina. Umframt permuna, sum William Heinesen hevur klipt, so er bókin eisini myndprýdd við fitt av vignettum eftir sama listamann. 269 bls. 2004

Deyðin er drívmegin – Jógvan Isaksen

Helvtin av hesum greinasavni snýr seg um skaldskapin hjá Williami Heinesen, og tittulin sipar í høvuðsheitum tann vegin. Hinvegin er tittulin so mikið almennur, at hann sum einki fevnir um restina av greinunum eisini. Fýra greinir hava støðið í skaldskapinum hjá Heðini Brú, meðan aðrar eru um Jørgen-Frantz Jacobsen, C.S. Lewis og Roald Dahl. Í endanum standa tríggir subjektivir stubbar um at ummæla, at skriva krimi og um ein føroyskan krimiserfrøðing. 240 bls. 2002

Bundin av undirsjónum – Bergur Rønne Moberg (Hansen)

Hetta er fyrst og fremst ein roynd at lýsa Karsten Hoydal sum natúrlyrkjara. Lýsingar av natúruni sum ein elementheimur eru tað støðið stórur partur av yrkingunum hjá Karsteni Hoydal hevur at gera omaná. Bókin setur skaldskapin inn i ein bókmentasøguligan og hugsjónarligan samanhang og kastar eisini ljós á Karsten Hoydal sum samfelagsrevsara, týðara og á samanhangin millum hansara lív og lívsfatan. 308 bls. 1999

Á verðin, verðin! – Jógvan Isaksen

Bókin viðgerð nágreiniliga skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Lagt verður fyri við at fortelja, hvussu skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri. Síðani verður skaldsøgan viðgjørd í mun til persónlýsingar, temu, filosofisk rák v.m. Ímóti endanum verða eisini aðrar skaldsøgur drignar uppí, skaldsøgur, sum Jørgen-Frantz fyri ein part segði seg skula vara seg ímóti. 157 bls. 1998

Homo Viator – Jógvan Isaksen

Bókin er ein roynd at  viðgera skaldskapin hjá Gunnari Hoydal, og hon nertir hendingaferð við tað skrivliga avrikið annar. Kjarnin í viðgerðini eru søgu- og frásagnarsavnið Av longum leiðum, yrkingasavnið Hús úr ljóði og skaldsøgan Undir suðurstjørnum. Harumframt verða tekstirnir til pláturnar hjá systrini Anniku Hoydal umrøddir. 124 bls. 1998

J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I-III – Hanus Kamban (Andreassen)

Í trimum drúgvum bindum við eini rúgvu av myndum fortelur Hanus Kamban lívssøguna hjá Janusi Djurhuus, og hansara skaldskapur verður lýstur í ævisøguligum samanhangi. Ævisøgan um J.H.O. Djurhuus er ein roynd at flætta samn persónlýsing, tíðarsøgu og bókmentasøgu. (Meira um bøkurnar undir Ævisøgum). 253+323+407 bls. 1994-97

Var Kafka klaksvíkingur? – Jógvan Isaksen

Bókin er eitt savn av ummælum, sum vónandi vísir, hvussu ymiskur føroyskur skaldskapur er og somuleiðis føroysk bókaútgáva annars. Ein høvuðsvansin í føroyskum skaldskapi er, at so nógvar bøkur verða givnar út, áðrenn tær eru lidnar. Eitt annað sum eyðkennir føroyskar bókmentir er, at tær eru so ævisøguligar at lítið og einki rúm er til skaldskpin. Hinvegin kanst tú altíð hevda, at hetta er í samsvari við tey nýggjastu rákini í norðurlendskum bókmentum. 162 bls. 1996

Treð dans fyri steini – Jógvan Isaksen

Bókin er savn av greiningum av føroyskum bókmentum. Feðgar á ferð fær drúgva viðgerð, og haraftrat verða allar stuttsøgurnar hjá Heðini Brú viðgjørdur. Greinir eru eisini um Barbu og Harra Pál eftir Jørgen-Frantz Jacobsenhar tann føroyska týðingin verður brúkt – Hvørkiskyn eftir Carl J. Jensen og um tann sermerkta søldfirðingin Alexander Weihe. 226 bls. 1995

Vinalagið, Náttúran og samfelagið, tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl – Malan Marnersdóttir legði til rættis

Høvundurin er ein af Føroya virknastu høvundum, og tað verður spurt, um ritverkið, alt sum tað er, snýr seg um eitt ávíst tema. Ella um nøkur fá temu, sum verða viðgjørd í bók eftir bók, uttan mun til um hon verður givin út sum barna-, ungdóms- ella vaksnamannabók. Bókin er úrslit av samstarvi millum næmingar á Føroyamálsdeildini Elsu Funding, Sigrun Hjalmarsdóttir, Finngerð Hovgaard, Onnu Mattson, Biritu Weihe, Erlu Zachariassen og læraran Maluna Marnersdóttir. 240 bls. 1994

Í hornatøkum við Prokrustes – Jógvan Isaksen

Trý stuttsøgusøvn eftir Hanus Andreassen (Kamban) verða her gjøgnumgingin og hartil fimm stakar søgur. Eyðkend temu verða tikin fram og víst verður á høvuðstræðrir í skaldskapinum. Í innganginum verður borið við stuttsøgunasum slag, men annarsverður ikki gjørt meira enn tað sama burtur úr hesum teoretiska partinum. Ritið er ætlað sum eitt íkast til føroyska bókmentaskriving, ein setningur, har nógv enn restar í. 131 bls. 1993

Konurák – Malan Marnersdóttir (Simonsen)

Nýggj konurák komu til Føroya seinast í 19. øld, og frá 1905 tl 1908 kom blaðið Oyggjarnar út, sum var fyrsta konufólkablaðið í Føroyum. Tað fekk misjavna undirtøku, nógvar teknaðu seg sum haldarar, men bløðini og onnur hildu lítið um tað. Konurák er um Oyggjarnar, sum varð halgað somu týdningarmiklu hugsanum, sum nútímans kvunnurørslan er eftirkomari av. 124 bls. 1989

Ongin rósa er rósa allan dagin – Jógvan Isaksen

Ein gjøgnumgongd av teimum trimum yrkingasøvnunum hjá Róa Paturssyni. Í stuttum verður eisini nortið við plátuna Spor í sjónum. Lesnaðurin av yrkingunum kann nevnast nýkritiskur, t.e. at hann í størstan mun roynir at lesa ætlanina úr yrkingunum og bert í minni mun skoðar tær uttanífrá. Høvuðstemu í skaldskapinum verða tikin fram og víst verður á, hvussu hesi verða spæld ígjøgnum í ymiskum yrkingum. 116 bls. 1986

Kvinnurøddir – Malan Marnersdóttir (Simonsen)

Ritgerðin er um kvinnur í almenna kjakinum í Føroyum árini 1890-1902. Hetta er tíðarskeiðið, tá ið tey bæði fyrstu bløðini á føroyskum Føringatíðindi og Fuglaframi, komu út regluliga. Umframt tjóðskaparligu bløðini er eisini tilfar úr Dimmalætting og Tingakrossi, og støðan hjá kvinnukjakinum er sett í samband við viðurskifti í almennum kjaki yvirhøvur. 147 bls. 1985

Føroyski Mentunarpallurin – Jógvan Isaksen

Bókin er savn av greinum og ummælum av føroyskum bókmentum. Inngangurin er hugleiðingar um bókmentir og samfelag og nertur m.a. við tannleysgeranina av føroyskum bókmentum. Longsta greinin er um skaldskapin hjá J.H.O. Djurhuus, har meginparturin av yrkingunum hjá honum verða viðgjørdar, og høvuðstemu verða tikin fram. 366 bls. 1983