Barn av grundsøgum – Bergur Rønne Moberg

Tekstirnir í hesum savni eru bæði vanligar greinir av bókmentaligum slag, men eisini ummælir, samrøður og minningarorð, sum høvundurin hevur havt í føroyskum og útlendskum tíðarritum og bløðum seinastu árini. Tekstirnir endurspegla høvundsins hugsanir um bókmentir og annað, og fyribrigdi avdúking verður viðgjørt í mongum av greinunu. Barn av grundsøgum er í mangar mátar ein dýpan av hugsanum um viðurskiftir millum bókmentir og lívsáskoðan. 170 bls. 2008

[separator type=”thin”]

Úr køksvindeyganum – Oddvør Johansen

Bókin  er savn av søgum og hugleiðingum. Her verður gjørt gjøldur við smakkdómararunum, sum bara vilja hava, at føroyskur skaldskapur skal vera upp á ein máta, at bara eitt ávíst slag av bókmentum skal vera loyvt. Men eisini hugleiðingar um, hvussu nógv ein bensinstøð við bilvaski kann órógva grannarnar, hvussu allur lívshugur hvørvur, tá ið tú fært fepur og um Havnar bý, hvussu vakur hann er – og kundi verið. Teir mongu stubbarnir eru allir merktir av Oddvørs lætta stíli, og at hon dugir at geva bæði fólki og hendingum skemtibrá. 149 bls. 2006

[separator type=”thin”]

Tá søgan byrjar á staðnum – Bergur Rønne Moberg

Tittulin sipar í fittan mun til høvundsins egna lív og greinirnar endurspegla áhugan fyri tilveruligum viðurskiftum, og staðið verður ofta drigið uppí sum ein brúgv millum heimin og heimið. Fyrsta greinin er eitt minni um mammuna og um uppvøksturin í Kollafirði. Hartil er bókin eitt úrval av greinum um mentan og skaldskap. Evnini eru tjóðskapur, modernitetur, upplýsing, fjølmiðlar, skaldskapur og kristindómur. Greinirnar eru eitt íkast til almenna føroyska kjakið. 273 bls. 2006

[separator type=”thin”]

Gávur skulu rindast aftur – greinir og søgur – F Gaini

Bókin er helvt um helvt greinir og søgur. Sagt verður frá ferðum sum smádrongur til Gjáar. Við abbanum, sum í sínum ymisku Fordum sjáldan legði í at koyra aðrar leiðir enn hana millum Havinina og barndómsbygdina. Seinni veksur sjónarringurin, og ferðirnar út í heim gerast mangar og margfaldar, og ferðing sum fyribrigdi er frammarlaga í tekstunum. Tær stuttu søgurnar tríva í sama enda og eru løtumyndir, har kjarnin ofta er, at tú ikki hevur heimvist á einum ávísum stað á fold. Vit eru øll ferðandi um ikki annað so frá vøggu til grøv. ”Gávur skulu rindast aftur” er hugvekjandi og hugfangandi lesnaður. 163 bls. 2005

[separator type=”thin”]

Dreymar um opin vindeygu Kim Simonsen

Høvundurin hevur seinni árini gjørt dyggiliga vart við seg í føroyskum bløðum við beinraknum og atfinningarsamum greinum, har serliga tjóðskaparrørslan hevur verið húðflongd. Hendan verður ákærd fyri at vilja laða upp undir sjálvdyrkan, fortíðina og tjóðskaparliga tokutalu. Fyri at droyma um ein tjóðskap, ið er gøddur úr einum lendi av fólkafundum og ørligum romantiskum bønarmøtum. Høvundurin vil eisini loysing, men á einum modernaðum ikki nationalistiskum støði, har ein livandi kjakmentan fær innivist. Greinirnar snúgva seg kortini ikki bara um tjóðskaparstríðið, men eisini um leiklutin hjá tí intellektuella í Føroyum í dag, hvønn týdning listin hevur og hvussu føroyska málið verður viðfarið av filologunum. Hartil eru greinar um Regensen, um paranoia sum politiska mentan og hugleiðingar frá eini ferð til Tübingen í Suðurtýsklandi. 250 bls. 2003

[separator type=”thin”]

Land í sjónum – Gunnar Hoydal

Álvarsamar, kensluríkar og stundum kátar, soleiðis eru hesar eygleiðingar av einum landi, sum tey seinastu árini hevur rullað í ringum sjógvi, frá ovurhuga til kreppu og nýggja vaksandi sjálvkenslu. Í sínum skaldskapi er Gunnar Hoydal vanur at síggja landið uttanífrá. Í hesum úrvaldu tíðartekstum er hann heima á klettunum, men framvegis eru Føroyar partur av øllum heiminum. Honum líkt ferðast hann víða í huganum og blandar javnan seg sjálvan og sína støðu upp í frásøgnina. 217 bls. 2001

[separator type=”thin”]

Tann bráðvakra hugsjónum – Hanus Kamban

Hvat samband er ímillum sovjetska ríkið og tað messiasríki, sum Jón úr Leyden setti á stovn í Münster í Týsklandi í 1534? Hvørji sjónarmið hevði skaldið J.H.O. Djurhuus um entunarligt og politiskt framsøkni í Føroyum? Tann bráðvakra hugsjónin er eitt savn av greinum, fyrilestrum og ritroyndum, har roynt verður at nærkast hesum spurningum. Bókin tekur upp so ymisk evnir sum mentan, søgu, bókmentir, politikk, undirvísing, landsløg, bibliofila trá. 148 bls. 2000

[separator type=”thin”]

Undergroundting 2 – Jóanes Nielsen

Jóanes Nielsen letur her frá sær annað savnið av blaðgreinum. Jóanes hevur í mong ár verið ein av okkara hvassastu greinskrivarum og mangur er hann, sum hevur følt sviðan av hansara viðmerkingum til ymisk fyribrigdi í føroyska samfelagnum. Í drúgvum inngangi sigur høvundurin frá, hvaðani drívmegin til hesa skriving stavar, og hví hann hevur brúk fyri henni. Hann sigur eisini, hvat tað er, hann ger, og hvat hann metir seg at vera: “At vera lortabyttusvingari, tað er nakað serligt. Tað er nakað, sum skarar framúr. Ein sovorðin vil eg vera. Eg sýti at levera míni nossur á tað kapitalistiska silvurfatið.” 134 bls. 1999

[separator type=”thin”]

Mentir og mentaskapur – Carl Jóhan Jensen

Carl Jóhan Jensen hevur meira enn einaferð órógvað tann bókmentaliga støðuhylin og afturfyri fingið fleiri skolur oman yvir seg. Stubbarnir í savninum Mentir og mentaskapur rógva eisini fram undir hetta at siga sína hugsan um bókmentir, men gera annars ikki stórvegis burtur úr júst hesum tátti. Drúgvasta greinini snyr seg um samfelag og mentasøgu, har frásøgumaðurin saman við einum Virgálli speiskliga fer ígjøgnum føroyska søgu og mentan. Kendari millum fólk eru ivaleyst stubbarnir um Malakoff ella Koffin, sum blivu lisnir upp í sendingini Vetrarbreytin. Hesar eru í stóran mun vidmerkingar til politisku stødu Føroya og varpa eitt huldukent lýsi yvir persónar og hendingar. Gerandiskjak er tad so ikki. 115 bls. 1999

[separator type=”thin”]

Tíðarkjarr – Jens Pauli Heinesen

Høvundurin hevur øll árini skrivað greinir og hugleiðingar – einamest um mentamál, men eisini um onnur viðurskiftir við. Nú eru hesir áhugaverdu tekstir savnaðir í einum stórum bindi. Ein helvt snýr seg um bókmentir og um tað at skriva. Jens Pauli Heinesen er tann føroyski rituhøvundurin, sum hevur gjørt mest burtur úr leiklutinum hjá høvundinum í samfelagnum, og tað er minni enn so, at hann heldur, at samfelagið dugir at brúka sínar høvundar. Allar greinirnar eru stak persónligar, at skilja soleiðis, at høvundurin, um somu tíð sum hann skrivar um eitt ávíst evni, ger eina mynd av sær sjálvum. Í tann mun eru hugleiðingarnar hjá Jens Paula av sama berginum brotnar, sum tey gitnu Essais hjá Michel de Montaigne. 423 bls. 1998

[separator type=”thin”]

Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð – Tróndur Olsen

Sangurin, sum letur tittulin til hetta savn yrkingum, tættum og greinum eftir Trónd Olsen, yrkti hann longu sum blaðungur. Hesum á baki kom fitt av tættum, t.d. Í Gøtu ein dag og Frættu tit, hvat Rasmus segði. At skriva greinir, hugleiðingar og tílíkt fór hann ikki undir fyrr enn sambandið við Føroyar varð kvett á vári 1940. Tað var í Búgvanum, Jól uttanlendis, Útiseta og Oyggjaskeggja at Tróndur skrivaði, so hann kann av røttum kallast útisetahøvundur. Sum tað sæst av tí, sum Jóhannes Enni hevur savnað í hesi bók, so hevði hann málslig og stílistisk evni fram um fólk flest. 384 bls. 1992

[separator type=”thin”]

Eg stoyti heitt. Fyrra og seinna bind – Sigurð Joensen

Hetta savnið, sum Turið Sigurðardóttir greiddi til prentingar, goymir ein meginpart av tí, sum Sigurð Joensen hevur skrivað og týtt, barnasøgurnar frároknaðar. Av tí elsta tilfarinum, frá tíðini í Keypmannahavn í 1940-árunum, er okkurt ikki prentað fyrr, men tað mesta prentað í útisetabløðum og –ritum frá teirri tíðini. Av tí, sum er skrivað heima í Føroyum eftir kríggið og fram til 1986, er sumt prentað í 14. September, Glugganum, Varðanum, Brá og Søgubókini, annað er nú prentað fyri fyrstu ferð. 263+226 bls. 1987