.Brahmadellarnir – Jóanes Nielsen

Jóanes Nielsen hevur skrivað eina drúgva skaldsøgu um lív og lagnur í Føroyum. Bókin eitur “Brahmadellarnir”,  tí soleiðis kallaðu havnarfólk ta ættina, ið fer sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna. Søgan byrjar í Havnini í 1846.  Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990unum. Nakrir av tilburðunum fara fram í Sumba og á Tvøroyri, men tað mesta í Havnini. Ein umeið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigill Tviburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya. Rannvá Mortensen hevur gjørt permu og vignettir. “Brahmadellarnir” 364 bls. 2011

[separator type=”thin”]

Burtur – Bergtóra Hanusardóttir

Við hesi skaldsøguni verður lesarin fyri fyrstu ferð í føroyskum bókmentum førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn. Men fyrst og fremst varpar bókin ljós á teir krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast. Burtur er hugtagkandi, spennandi og fylt við neyvum eygleiðingum og vøkrum natúrlýsingum. Eitt framúr íkast í tann føroyska bókmentaheimin. 419 bls. 2006

 

[separator type=”thin”]

Hvirlan – Dagny Joensen

Skaldsøgan sigur frá kvinnulagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag. Hvussu tilvildin ger seg galdandi, og lagnur umskarast. Brennivín og árinið á hússetrið fyrr og nú er somuleiðis ein aðaltráður í søguni. Serliga, hvuss hetta ávirkar børnini. Søgan fevnir um fleiri ættarlið, sum eru merkt av teimum burturtreingingum, sum hava eyðkent føroyska samfelagið. 174 bls. 2005

 

[separator type=”thin”]

Glansbílætasamlararnir – Jóanes Nielsen

Opinskáraður sum altíð, tekur høvundurin hesaferð støði í skúlaárum í Sankta Frans Skúla í Havn. Skaldsøgan sigur frá fimm lagnum úr sama klassa, fimm dreingir, sum allir doyggja á ungum árum. Djalli var tann fyrsti av árgangi -52 í Sankta Frans Skúla, sum doyði.  Longu sum ellivu ára gamal doyði hann av meningitis. Tann annar í klassanum, sum doyði, var Ingimar. Hann sló út í Grønlandi sum 23 ára gamal.  Staffan doyði 5 ár seinni. Og tríggjar enn meiri syndarligar lagnur koma hesum á baki. Men høvundurin dugir at gera persónarnar livandi, og lesarin fær eitt ópyntað innlit í, hvussu mannalívið kann skáka sær, tá ið tú ikki ert føddur til búgvið borð og skorin klæðir. Ella lagnan ikki er tær til vildar. 276 bls. 2005

 

[separator type=”thin”]

Mørk – Vida Højgaard

Skaldsøgan eru um gentuna Lív, sum er úr eini lítlari, føroyskari bygd. Evnarík, men viðkvom, lærir hon á ungum aldri tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu, og í bókini verður spurningur settur við, í hvønn mun vit sjálvi eru før fyri at mynda lív okkara. Bókin er ein hjartanemandi, lívsjáttandi frásøgn um vanlig menniskju og leitan teirra eftir eydnu og tilverugrundarlagi, um viðrák og mótrák og um at  fóta sær í einum heimi, sum alsamt broytist. 179 bls. 2005

 

[separator type=”thin”]

Messias II – synd drepur Gud – Elias Askham

Skaldsøgan snýr seg um ein ungan mann, ið nevnist Ádam Guðmundsson, men kallar seg Ikar­os Ð.  Hann er eitt neyðardýr, ið líður av – tvørt at siga – bæði lívsleiði og stórlætisørskapi; hann kennir seg sum fremmandan í tilveruni, og tó hevur hann sæð sannleikan aftan veruleikan: at lív okkara eru meiningsleys. Systurin hevur gjørt sjálvmorð, og Ádam er so tyngdur av skeiklari sorg, at hann er blivin fullur av hatri. Hann følir eina óskerda trongd at drepa faðir sín, sum hann meinar er orsøkin til sjálvmorðið. 356 bls. 2005

 

[separator type=”thin”]

Sebastians hús – Oddvør Johansen

”Sebastians hús” leggur fyri við teimum fyrstu royndunum hjá nýføðinginum, meðan 2. veraldarbardagi leikar í, men Diddan – soleiðis kalla tey ta lítlu – livir í síni egnu verð. Her er tað tann streymandi sólin, tað ævinliga gonguverkið klokkan og so tær rukkutu hendurnar á ommuni, sum hava týdning. Hendan omman bløðir frá maganum, og tær báðar skulu aldrin hittast aftur – men hava kortini hitt hvørja aðra. Skaldsøgan sigur søguna hjá einum húsum í Havn. Frá tí tey verða bygd í 1890’unum og fram til miðskeiðis í 1950’unum, tá ið frásøgufólkið skal flyta úr teimum. Lív og lagna hjá teimum, sum búgva í húsunum, spegla gongdina í føroyska samfelagnum. 128 bls. 2004

 

[separator type=”thin”]

Hvør var Nimrod? – Jens Pauli Heinesen

Kærleikin er sum ikki einaferð kjarnin í skrivingini hjá hesum høvundi. Tað eru tær duldarfullu leiðirnar hjá ástarhuganum, hvussu hann festir seg á fólk, sum eingin hevði gitt, at hvørki maður ella kvinna høvdu fullið fyri. Kærleikin fylgir nevniliga sínum egnu reglum, sum ofta fara út um samfelagsins vanligu girðingar. 178 bls. 2004

 

[separator type=”thin”]

Tá ið eg havi málað summarhúsið – Oddvør Johansen

Skaldsøgan fer fram í Havnini í 1990’unum og er sprottin burtur úr kreppuni, sum valdaði tá. Føroyar verða ímyndaðar sum eitt slag av misbrúkara, sum er endaður í einum øðiligum peningaligum og moralskum skrædlið. Men samstundis er ein bók um tað mista ættarliðið, sum fall út í rúsevnismisnýtslu. Tann hálvvaksni Pedda hevur ilt við at fóta sær, og vanlukku blandingurin af samfelagskreppu og rúsevnum ger tað ikki lættari. Men tað er altíð vón fyri framman.

116 bls.  2001

 

[separator type=”thin”]

Koparskrínið – Jens Pauli Heinesen

Mattas er á seiðabergi úti á Byrgistanga í Hoyvík, tá ið hann kemur fram á eitt lítið helli. Í hellinum eru ein beinagrind og eitt koparskrín. Mattas hálvavegna sníkir til hús úti á Reyni við skríninum, og tá ið hann fær tað upp, kemur hann fram á eina rúgvu av skrivibókum. Hóast vónsvikin – hann hevði roknað við onkrum øðrum dýrgripum – setur hann seg at lesa, og nú fáa vit søguna um ein, sum vaks upp úti á Reyni í somu húsum, sum Mattas býr  í. Onkrar persónar halda vit okkum kenna aftur, men høvuðstráðurin er lagnan hjá tí skrivandi, sum ger hann til drápsmann meiri enn einaferð og fær hann at krógva seg hinumegin klótuna. 120 bls. 2000

 

[separator type=”thin”]

Ein ódeyðilig sál og aðrar – Jens Pauli Heinesen

Skaldsøgan leggur fyri við at siga frá teimum báðum  vinmonnunum snikkaranum Kánusi og skómakaranum Mass Foss. Teir báðir vinmenninir fara at ferðast inn í skaldskaparheimin hjá Jens Paula Heinesen, og her hendir mangt forvitnisligt, sum samstundis kanska ikki er fullkomiliga realistiskt. Tað er eitthvørt Lisa í Leikalandi yvir frásøgnini, og líka frá fyrstu byrjan hevur lesarin ein av varhugan av, at hetta ikki er tann vanligi veruleikin, men ein ævintýrkendur. Ein ódeyðilig sál – og aðrar er ein bæði undirhaldandi og fleirbrigdað skaldsøga. 297 bls. 1999

 

[separator type=”thin”]

Suðar dýpið reyða – Bergtóra Hanusardóttir

Skaldsøgan setur í tíð á  fyrst í 1700-árunum, men evnið er nú sum fyrr hjá hesum rithøvunda kvinnukor. Sára verður gift í eina bygd í Norðoyggjum, og hon er góð við mann og børn, men so kemur beiggi mannin av langfaraleiðum, og hon gerst góð við hann. Hvørki vil kortini gera nakað skeivt, so tey geva seg undir korini – og beiggin fer út aftur í verðina. Nú vil tað so við, at maður Sáru gongur burtur. Missurin er svárur, men nú skuldi tað verið lagamanni hjá teimum forelskaðu at funnið saman. Tað var bara ikki loyvt tá á døgum og mett sum blóðskemd. Leikurin fer sína óvikandi gongd. Søgan, ið hevur veruliga fyrimynd, er bæði spennandi og hjartanemandi. 184 bls.  1999

 

[separator type=”thin”]

Í morgin er aftur ein dagur – Oddvør Johansen

Skaldsøgan fer fram í Havnini stutt eftir alda­skiftið 1900, og tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleidis brúktar í søgugongdini. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trína fram á pallin. Høvudstráðurin er kortini persónligur og snýr seg um kærleika og ósjálvsøkni. Søgan er millum annað um, hvussu han sum arbeiðir og byggir nakað upp fyri at gagna sær og sínum og landinum, men ikki upp á spekulasjón, hvussu hesin verður snýttur av teimum ráðandi og teimum, sum svimja í nánd av maktini. Í so máta er Í morgin er aftur ein dagur púrasta illusjónsleys. Idealistarnir verða altíð við sviðið soð, tá ið tað snýr seg um verðsligt ríkidømi, men teir sigra við síni fyrimynd og gjøgnum tað, teir leggja niður í eftirkomararnar. Tvær aðallindir í skaldskapinum hjá Oddvør Johansen, musikkur og erotikkur, mangla heldur ikki í hesi bók. Sorgarleikum er tað annars nóg mikið av í skaldsøguni, men hóast tað, so er lýsingin sum altíð hjá Oddvør løtt og livandi. 224 bls. 1998

 

[separator type=”thin”]

Páskaódnin – Jóanes Nielsen

Páskaódnin er ein ógvuslig og undirhaldandi skaldsøgu um avleiðingarnar av einum ódnarveðri. Leikur fer fram í Havn og er somuleiðis ein roynd at lýsa nútímans føroyska samfelagið. Í fyrsta kapitli við tí rámandi titlinum Havnin er eitt syndugt hol verður sagt frá, hvussu Havnará í einum áarføri slítur sínar leinkjur og fyllir midstaðarøki vid lorti. Fólk blaka seg inn í bilarnar og rýma úr býnum eins og forfedrarnir á sinni undan turkunum niðan í fjøllini. Men hesa ferð er tað í flestu førum bara niðan á Hotel Føroyar. Í Páskaódnini fylgja vit síðani ymiskum lagnum. Fyrst fara vit á miðjari illveðursnátt niður í kjallaran vid blaðstjóranum Arthuri Berg. Har finnir hann høvdið á einum vinmanni saltað niður í eina spann. Og so kann spælið rættiliga taka við. Aðrir luttakarar eru Magnus Dahl, sum hevur ilt við at halda seg frá tí váta slagnum, fyristøðukvinnan á Ellis­heiminum, frøkun Jalstoft, rekavættið Oskar Íslendingur, kloakkmeistarin Nikkels Holm og mong, mong onnur. Saman gera tey ein villan snurridans, har Havnin og tann typta høvuðskloakkin hava stóran leiklut. 176 bls. 1997

 

[separator type=”thin”]

Alheimsins einglar – Einar Már Guðmundsson

Í íslendsku skaldsøguni Alheimsins einglar býr frá­søgumaðurin Páll á sinnissjúkrahúsi, og skal eitast at vera svakur. Men tá ið samanum kemur, er hann kanska ikki stórt galnari, enn øll tey sum laga seg til eitt vitleyst samfelag. Inn í frá­sagn­ina hjá Pálli verða flættaðar søgur og lagnur hjá mongum av teimum, sum hann hittir á leiðini. Um seg sjálvan sigur Páll: ”Eg eri Rekkjavíkingur – roykjandi víkingur – føddur á føðideildini á Lands­sjúkrahúsinum vid Ringbreyt tann 30. mars í 1949. Tann sama dagin, sum Ísland fór upp í NATO”. Lívið hjá Pálli og gongdin í Íslandi verða síðani samantvinnaði í ein garvillan, skemtiligan og álvarssaman leik. Alheimsins einglar fekk bókmentaheiðursløn Nordurlanda­ráðsins í 1995. Hjalmar Petersen týddi til føroyskt. 145 bls.  1996

 

[separator type=”thin”]

Rúm – Carl Jóhan Jensen

Tað er ein royndur høvundur sum leggur eina drúgva skaldsøgu fyri føroyska lesaran. Rúm. Ein tekstur í fjúrtan pørtum er skaldsøga, men avgjørt ikki av teimum vanligu í okkara høpi. Frásøgnin tekur vid umborð á S/S Gimle ávegis til Føroya 15. juni 1919, og hon endar umborð á sama skipi á veg úr Føroyum 5. august 1919. Eitt høvuðsrák undir tekstinum eru Metamorfos­urnar hjá rómverska høvundinum Ovid. Somuleiðis kærleiksyrk­ingarnar, Amores, hjá sama høvundi. Sum heild er Rúm á tremur av ábendingum til mytologi, bókmentir, mál og vidburðir. Hetta krevur sjálvsagt nakað av lesaranum, men afturfyri verður so mikið meira borið aftur. 283 bls. 1995

 

[separator type=”thin”]

Við bivandi hjarta – Høgni av heiði

Bókin nevnir seg skaldsøga,  men sum høvundurin skrivar á einum forblaði: ”Eg havi valt at kalla bókina skaldsøgu. Men partarnir kunnu saktans lesast sum sjálvstøðugar stuttsøgur”. Bókin er í føroyskum høpi óvanliga opinskárað, tá ið tað snýr seg um lýsingar av tí kynsliga og annars av øllum niðan belti. Tónin er tí kanska eitt sindur harðligur, men um somu tíð skemtiligur, sum hann er millum fittan part av ungdóminum. Her er bæði rukkukoyring við ríkiligt av brennivíni, ungir menn, sum royna at fáa hendur á ungum kvinnum, og kvinnur sum royna tað sama við monnum. Men tað verður eisini sagt frá trøllvaksnum fólki, ið vinna øðrum neisir, sum at selja teimum hundar, ið skunda sær beint aftur til upprunaheimi, so teir aftur kunnu seljast. Tað verður gjørd ein mynd av ólátaðum ungum og vaksnum, tvs. tí vanliga føroyinginum. 128 bls. 1994

 

[separator type=”thin”]

Ein mamma er ein mamma – Oddvør Johansen

Træðrirnir í skaldsøguni eru fleiri. Vit hitta ta barnleysu prestakonuna, Onnu, og mannin Tummas. Tey møttust í dansinum, og hann vildi giftast. Tað vildi hon ikki. Hon vil lesa víðari, hann vil hava eina konu í prestagarðin. Hvussu skal leikur vera, tá ið hjúnini bæði eru so ymisk? Livandi og myndaríkt verður sagt frá tilveruni hjá hesum báðum úti á bygd. Vinkonurnar hjá Onnu spøkja eisini. Tær siga frá eini heilt øðrvísi tilveru í Danmark, har ein av teimum byr í kollektivinum Reyðu stjørnu og heldur saman við Freddy, ið lesur heimspeki og spælir jazz. Ein annar tráður er tann einsamalla mamman Sólvá, sum sigur frá í fyrsta persóni. Hon leggur fyri á Strandboulevarden í Kjøpinhavn, og vit frætta um lívið undir útbúgving í sjeytiárunum, og um tann komandi føroyska politikarin sum sveik hana. Vit lesa um lív og tankar heima og í Danmark. Um at vera barnleysur, um at vera einsamøll mamma, og um at lata barn sítt frá sær. Og um teir trupulleikar sum standast av hesum – fyri báðar partar. Alt borið fram á tí fyri Oddvør Johansen so eyðkenda smidliga gerandismáli. 170 bls. 1993

 

[separator type=”thin”]

Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum – Jóanes Nielsen

Skaldsøgan fer fer fram umleið 1970, tá ið Fiskimannafelagsformaðurin enn hevði forstavirnar EP og ein hvíthærdur sakførari í Havn var uppi í fólkafylkingini ímóti EEC. Høvuðspersónur er Elias Hørg, sjómaður og arbeiðsmaður, sum stríðist fyri at verkafólkið í heimbygdini sunnanfjørðs skulu fáa betri kor. Elias fryktar hvørki kvinnu ella mann, og tað eydnast honum og einum vinmanni at fáa eitt flakavirki á føtur. Hvørja hugsan høvuðspersónurin hevur um kvinnuna verður nortið við fleiri ferðir, og um nakað verður hálovað í skaldsøguni, so eru tað kvinnan og barnið. Tey eru lívsins ætlan. Hóast fyrsta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen hevur hendan ómetaliga langa tittulin, eru tað ikki tey nógvu orðini, sum eyðkenna stílin hjá høvundinum. Hann er yrkjarin, poeturin, sum skrivar prosa. 126 bls. 1991

 

[separator type=”thin”]

Skert flog – Bergtóra Hanusardóttir

Skaldsøgan er um ta sterku Sunnivu og um avgerandi partar av lívinum hjá henni. Bæði sum barn, ung kvinna, mamma og omma. Søgan tekur við á ellisárum, og ferðast so ígjøgnum eitt kvinnulív, og sleppur endanum, har hon tók við. Søgan um Sunnivu er lysing av lívinum hjá føroyskari kvinnu, fødd fyri aldarskiftið. Hon er ein roynd at skilja, hvussu komast kundi til sættis í lívinum við teimum umstøðum, sum vóru. Høvundi er Bergtóra Hanusardóttir, ið áður hevur gjørt vart við seg við stutt­søgum, men nú kemur við síni fyrstu skaldsøgu. 147 bls. 1990

 

[separator type=”thin”]

Tað heita summarið – Høgni av Heiði

Hendan skaldsøgan er óvanlig í føroyskum høpi, tí hon fer ikki fram í Føroyum, og eingin føroyingur hevur lut í leikinum. Hóast tað ikki beinleiðis verður nevnt, so er eingin ivi um, at søgan fer fram í Viet Nam, og tíðin er dagarnir beint aftan á frígerðingina av Saigon í 1974. Søgugongdin er kærleiki millum menniskjur í einum sundursoraðum landi, og hvussu fátækradømi og kríggj hava stýrt lívi teirra. Tað heita summarið er ein røtt kærleikssøga um lív og deyða, um stórar kenslur, sum júst gerast so stórar, tí teimum verður so stutt lív lagað. Ein høvuðstáttur er, hvussu stórur partur av einum fólki verður undirgrivin moralskt, og hvussu vegurin aftur til gamlar dygdir fyri mong ikki er ein gongd leið.  136 bls. 1987