Carl Johan Jensen er føddur í Havn í 1957 og har býr hann í dag. Hann er studentur frá Sorø Akademi, hevur lisið við universitetini í Reykjavík, Tórshavn og Oslo og er útbúgvin mál- og bókmentafrøðingur. Hann er kendur fyri síni bersagnu (onkur vil kanska siga harðrendu) ummælir og sínar hvøssu politisku viðmerkingar. Skaldskapurin hjá Carli hevur nógvar tilvísingar til grikska, kristna og norðurlendska gudalæru og vísir í heila tikið, at høvundurin er ein vællisin maður. Skrivingin hjá honum víkir í stóran mun frá føroyskum skaldskapi annars og hetta er medvitað frá høvundanum, sum vil vera við, at føroyskar bókmentir ikki eru broyttar í tey farnu hundrað árini. Í 2005 gjørdi høvundurin hol í sjógv við stórverkinum Ó – søgur um djevulskap, sum var innstillað til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2007. Fleiri av bókunum hjá høvundanum eru týddar til danskt og norskt, og hann hevur fingið M.A. Jacobsen Heiðurslønina tvær reisir.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Mentir og mentaskapur. Greinir og hugleiðingar, 1999.

Tímar og rek. Yrkingar, 1997.

Rúm. Skaldsøga, 1995.

Hvørkiskyn. Yrkingar, 1990.

Carl Jóhan Jensen: Lygnir. Yrkingar 1987.

Messa á morgni og fram undir morgun. Yrkingar, 1984.

Skríggj. Yrkingar, 1982.