André Niclasen er føddur í Sørvági í 1938. Útbúgving sum cand. mag. í russiskum og týskum frá Københavns Universitet, lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, í periodum eisini á Suðuroyar HF-skeiði, Føroya Handilsskúla og Føroya Læraraskúla. André hevur umsett Marx-Engels Kommunistiska Manifestið 1970 og Lenin Úrvaldar greinir 1971. Hevur givið út fleiri mállærubøkur í týskum og savnið ”Føroya mál á mannamunni” við greinum um føroyskt mál. André hevur verið nógv frammi í málkjakinum, har hann umboðar ein liberala kós.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

– Týsk mállæra á grundstigi, 1992.