Bergur Rønne Moberg (fyrr Hansen) er føddur í 1965 og uppvaksin í Kollafirði. Hann er útbúgvin skipskokkur og var línutúrar undir Føroyum og Íslandi, men sum hann sjálvur skrivar ”havið dró ikki”. Hann fór tí á Fróðskaparsetrið og síðani á Københavns Universitet, har hann bleiv mag.art. í norðurlendskum bókmentum. Seinni gjørdist hann ph.d. við ritgerð um skaldskapin hjá Williami Heinesen, og hann er nú eksternur lektari við Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab í Keypmannahavn.

Bergur hevur í fleiri ár skrivað dúgliga um bókmentir í bæði føroyskum og útlendskum bløðum og tíðarritum, og hann hevur latið tvey yrkingasøvn frá sær.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Barn av grundsøgum. Greinir, 2008.

Ongar planir fyri næsta sunnudag. Yrkingar, 2007.

Tá søgan byrjar á staðnum. Greinasavn, 2006.

Á langbylgju. Yrkingar, 2006.

Bundin av undirsjónum. Um yrkingarnar hjá Karsten Hoydal, 1999.