Elias Askham er stytting fyri Petur Elias Askham Guttesen føddur í Havn í 1977. Hann hevur gingið á Háskúlanum, Studentaskúlanum og lisið á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur arbeitt í Gamla Bókhandli, sum hjálparfólk í barnagarði, urtagarðsmaður, pizzakokkur, uppvaskari, ummælari og umsetari.

Elias legði sum ungur fyri við at skriva yrkingar, men fór skjótt yvir til at skriva prosa. Í fyrstani mest stuttsøgur, men gav í 2005 út skaldsøguna Messias – synd drepur Guð, sum fekk heilt góð ummælir, m.a. frá Carl Johan Jensen. Í løtuni arbeiðir hann upp á sína næstu skaldsøgu, sum hevur fyribilsheitið Bøðilin – ella skriftamál hins tagnaða.

Elias Askham hevur fleiri ferðir fingið arbeiðsstuðul frá Mentanargrunni Landsins, og hann hevur fingið gávugóðs frá Grunni Thorvald Poulsen av Steinum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Messias II – synd drepur Guð. Skaldsøga, 2005.