Gunnar Hoydal er føddur í 1941 í Keypmannahavn og flutti við familjuni til Føroya eftir kríggið. Fór við foreldrum og systkjum í 1954 til Ecuador, og í 1955 fór hann á Sorø Akademi, haðani hann bleiv studentur í 1960. Hann er útbúgvin arkitektur og var býararkitektur í Havn frá 1972 til 1997. Fyrsta bókin Av longum leiðum 1982 er sett saman av søgum og ferðafrásagnum, meðan yrkingasavnið Hús úr ljóði 1987 lýsir Havnina í gerandisdegnum. Í skaldsøguni Undir suðurstjørnum 1991 renna fortíð og nútíð, Føroyar og Suðuramerika saman í eina frásøgn um, hvussu tilveran hongur cykliskt saman. Uppvøksturin hjá pápanum, Karsten Hoydal, er karmur um skaldsøguna Dalurin fagri 1999, og fleiri ættarlið av familjuni eru eisini kjarnin í skaldsøguni Í havsins hjarta 2007. Gunnar Hoydal hevur skrivað tekstir til fleiri av plátunum hjá systrini Anniku Hoydal, hann hevur skrivað sangleikir og hevur í mong ár verið ein íðin luttakari í føroyska mentunarlívinum. Um tann fyrra partin av skaldskapinum hjá Gunnari hevur Jógvan Isaksen skrivað bókina Homo Viator 1997.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Ingálvur av Reyni, 1989 og 2000.

Land í sjónum. Greinir, 2001.