Heðin Klein er føddur í 1950 og uppvaksin við Gjógv. Hann er útbúgvin frá Føroya Læraraskúla og var lærari á Sandi frá 1972-83. Síðani 1983 hevur hann verið lærari við Eysturskúlan í Havn við einum avbróti frá 1998-2004, har hann var dagligur leiðari av Føroya Skúlabókagrunni. Heðin sat í løgtinginum fyri tjóðveldisflokkin 1974-80, var landstýrismaður 1979-81 og hevur sitið fleiri skeið í nevndini fyri Rithøvundafelagið. Hann gjørdi sum ungur í spurnarkappingum í útvarpinum  vart við sín stóra kunnleika til føroyskar bókmentir og hevur eisini seinni víst, at hann er vællisin. Heðin hevur givið út fimm søvn av egnum yrkingum og fleiri bøkur við týðingum. Tað er eyðkent fyri ein stóran part av yrkingunum eftir Heðin Klein, at tað kann vera torført at treingja niður ígjøgnum yvirtromina, og tú hevur kensluna av at glíða eftir henni. Men hevur tú tol og kagar nærri, tá letur ein ríkur og fjølbroyttur heimur seg upp fyri lesaranum. Ein heimur, sum verður lýstur við einum ferili av speisemi, at hann ikki skal gerast ov álvarssamur.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Móti tøgnini – egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge, 2004.