Høgni av Heiði er føddur í Keypmannahavn í 1962 og uppvaksin í Havnini. Eftir studentsprógv úr Hoydølum tók hann prógv í russiskum á Pusjkin-skúlanum í Moskva 1983 og prógv á Føroya Læraraskúla í 1986. Sama árið flutti hann við vietnamesisku konuni til Keypmannahavn, har hann hevur arbeitt sum lærari á ymsum skúlum. Høgni hevur fyri seg sjálvan studera bæði sálarfrøði, heimspeki og bókmentir, men einahelst gudfrøði hevur havt hansara áhuga. Hetta seinasta evnið hevur hann skrivað fitt um og givið út bókina Prestar og profetar, 18 greinir um átrúna og lívsáskoðan 1994. Við skaldsøguni Tað heita summarið 1987 gjørdi Høgni av Heiði av álvara vart við seg í føroyskum bókmentum. Bæði tí søgan fer fram í Vietnam, og tí hon er væl meira erotiskt opinskorað enn vanligt í føroyskum bókmentum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Tað heita summarið. Skaldsøga 1987.

Við bivandi hjarta. Skaldsøga 1994.