Christian Matras var føddur á Viðareiði í 1900 og fór í 1912 í millum- og realskúla í Havn, har hann bleiv vinaður  við m.a. William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Hann bleiv studentur frá Sorø Akademi í 1920, las norðurlendsk mál á Københavns Universitet, bleiv dr.phil. í 1933 og professari í 1952. Í 1965 gjørdist hann leiðari av Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Chr. Matras doyði í 1988. Tað vísindaliga arbeiði hjá Christiani fevnir víða: orðabøkur, kvæðaútgávur, ein bókmentasøga og nógv annað. Samanrenningin av at vera rótfestur føroyingur við altjóða útsýni hevur veitt yrkingunum hjá honum ein serligan dám, og sum natúrlyrikari verður hann ikki tikin. Hann hevur somuleiðis umsett eina rúgva av bókmentum eftir eitt nú Burns, Voltaire, Swift, France, Camus til føroyskt. Anne-Kari Skarðhamar hevur skrivað eina drúgva ritgerð um skaldskapin hjá Christiani Matras Poetikk og livstolkning i Christian Matras’ lyrikk, Unipub forlag, Oslo 2002.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

J.H.O. Djurhuus: Yrkingar 1898-1948, 1988. Savnað, skipað og skrivað viðmerkingar hevur Chr. Matras.

Úr leikum og loyndum. Yrkingar, 1940.

Um stavseting av føroyskum staðanøvnum, 1924.