Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga róptur Janus, var føddur í Havn í 1881 og doyði somuleiðis í Havn í 1948. Ímillum hesi ár var eitt í mangar mátar baldrut lív við útbúgving á Bornholm og í Keypmannahavn, arbeiði sum sakførari ymsastaðni í Danmark og í Føroyum og eina tíð í Vestre Fængsel, tí hann ikki hevði ordan í klientkontuni. Gløggur sum fáur skuldi Janus duga framúr væl at føra seg fram í rættinum, men hansara størsti týdningur er fyri føroyskar bókmentir. Sigast kann, at tað vóru Janus og lítlibeiggin Hans Andrias Djurhuus (1883-1951), sum – so ólíkir teir vóru – løgdu lunnar undir modernaðar føroyskar bókmentir. Janus vildi prógva, at føroyskt var eitt mentamál og ikki ”en barbarisk bjergdialekt”. Hetta prógvaði hann til lýtar við sínum egnu yrkingum og ikki minni við sínum týðingum av fleiri af teimum størstu nøvnunum í heimsbókmentum: Homeros, Platon, Goethe, Schiller, Poe v.fl.

Fyrsta føroyska yrkingasavnið, t.e. savn av tekstum, sum í fyrstu atløgu eru roknaðir at lesa og ikki syngja, var Yrkingar 1914 eftir Janus Djurhuus. Tann, ið vil vita meira um lív og skaldskap Janus Djurhuusar, kann lesa Hanus Andreassen (Kamban) J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I-III.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Yrkingar 1898-1948, 1988. Savnað, skipað og skrivað viðmerkingar hevur Chr. Matras.

Homer: Ilionskvæði. J.H.O. Djurhuus týddi, 1967.

Yrkingar í úrvali. Karsten Hoydal valdi út, 1961.

Nýggjar yrkingar, 1938.

Yrkingar. Onnur og økta útgáva, 1923.

Yrkingar, 1914.