Jens Pauli Heinesen var føddur 12. novembur 1932 í Havn og uppvaksin í Sandavági, har pápi hansara var bóndi. Eftir eitt stutt skifti sum skrivstovulærlingur fór hann á preliminerskúla á VBV, har hann hitti Ólav Michelsen og saman funnu teir enn ein vinmann, Tummas Napoleon Djurhuus. Síðani fór Jens Pauli á studentaskúla og eftir lokið prógv til Danmarkar, har hann gjørdist lærari frá Emdrupborg Statsseminarium. Í 1957 flutti hann aftur til Føroya og gjørdist lærari við Kommunuskúlan í Havn, men í 1970 fór hann frá sum lærari og livdi eftir hetta sum rithøvundur burturav. Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011.

Jens Pauli Heinesen er einahelst Føroya virknasti rithøvundi. Samanrenningin av treiskni, góðvarni og einum ómetaligum arbeiðshugi hevur til í dag lagt úti við fjøruti bøkur eftir seg. Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen til ein av fremstu høvundum í føroyskum bókmentum, tað er sanniliga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja ein tumma halda kósina eitt langt lív. Tað hevur alla virðing uppiborna. Um skaldskapin hjá høvundanum kann lesast í bókini Sóttrøll – Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Hvør var Nimrod? Skaldsøga, 2004.

Koparskrínið. Skaldsøga, 2000.

Ein ódeyðilig sál – og aðrar. Skaldsøga 1999.

Tíðarkjarr. Hugleiðingar 1998.

Rósa Maria. Søgur 1995.