Jóanes Nielsen er føddur í Havn í 1953 og fór sum blaðungur til skips og hevur til seinast í 1990’unum starvast sum sjómaður og arbeiðsmaður. Síðani hevur hann skrivað mest sum burturav, og skaldskapurin hjá honum er ein hin mest lisni í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann eisini av álvara gjørt vart við seg í hinum Norðurlondum, og t.d. skaldsøgan Glansbílætasamlararnir fekk framúr móttøku, tá ið forlagið Torgard gav hana út í Danmark. Jóanes hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar bøkur, eitt nú Nordisk Dramatikerpris fyri sjónleikin Eitur nakað land week-end? og hann hevur verið stillaður inn til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fleiri ferðir. Seinastu ferð í 2013 fyri Brahmadellarnar.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Aftan á undrið. Sjónleikur, 2013.

Tapet millum øldir. Yrkingar, 2012.

Brahmadellarnir. Skaldsøga, 2011.

Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara. Yrkingar, 2007.

Glansbílætasamlararnir. Skaldsøga, 2005.

Brúgvar av svongum orðum. Yrkingar, 2002.

Eitur nakað land week-end? Sjónleikur, 2001.

Undergroundting 2. Greinir, 1999.

Pentur. Yrkingar, 1998.

Páskaódnin. Skaldsøga, 1997.

Kirkjurnar á havsins botni. Yrkingar, 1993.

Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. Skaldsøga, 1991.

Trettandi mánaðin. Yrkingar, 1978.