Jóannes Dalsgaard er føddur í Skálavík í 1940 og var fiskimaður 1956-58, studentur 1960, síðani læraravikarur, arbeiðsmaður og sjómaður, men gjørdist cand.mag.í søgu og fronskum í 1973. Hann hevur verið lærari á Føroya Studentaskúla, leiðari á deild skúlans í Suðuroy, landsskjalavørður, og seinast deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Harumframt løgtingsmaður 1980-88. Hann hevur skrivað ph.d.-ritgerð um Fylking 1996, søgur og greinir í bløðum og tíðarritum. Hann hevur bara givið eittans yrkingasavn út, Framtíðin kemur ikki av sær sjálvum, men tað gjørdi vart við seg. Mótsetningurin firðsæla-hóttan kemur mangan fyri og er ein høvuðsstrongur í savninum. Politikarin og yrkjarin Jóannes Dalsgaard ger tað heilt greitt, at um vit ikki taka okkum um reiggj, so verður møguliga eingin framtíð.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Framtíðin kemur ikki av sær sjálvum. Yrkingar, 1987.