Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen er føddur í Havn í 1950, men var undir uppvøkstrinum  nógv í Gøtu, haðani bæði foreldrini stava. Studentur 1970 og las síðani á universitetinum í Århus og í Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur sitið í ritstjórnini á ymiskum tíðarritum, bæði føroyskum og norðurlendskum, og var frá 2000-07 høvuðsritstjóri á tíðarritinum Nordisk Litteratur – Nordic Literature, sum Nordbok undir Nordisk Ministerråd gav út. Er leiðari af forlagnum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Fekk í 1994 virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, í 2007 Heiðursgávu Landsins og í 2011 virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik. Jógvan Isaksen hevur skrivað bøkur bæði á føroyskum og donskum, og krimisøgurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Prædikarin. Krimisøga, 2013.

Tann fimti maðurin. Krimisøga, 2012.

Deydningar dansa á sandi. Krimisøga, 2011.

Norska Løva. Krimisøga, 2010.

Sóttrøll. Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen, 2010.

Norðlýsi. Krimisøga, 2009.

Dulsmál og loynigongir. Ummælir, 2008.

Metusalem. Krimisøga, 2008.

Adventus Domini. Krimisøga, 2007.

Loystur úr fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú, 2006.

Jógvan Isaksen: Krossmessa. Krimisøga, 2005.

Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa, 2004.

Deyðin er drívmegin. Bókimentagreinir, 2002.

Ingálvur av Reyni. Onnur broytta útgáva. Saman við øðrum, 2000.

Á verðin, verðin! Skaldsøgan “Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen 1998.

Homo Viator. Um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal, 1998 .

Var Kafka klaksvíkingur? 26 ummælir, 1996.

Á ólavsøku. Summarkrimi, 1996.

Tann horvni kirkjubøstólurin. Skaldsøga, 1996.

Treð dans fyri steini. Bókmentagreinir, 1995.

Gráur oktober. Krimisøga, 1994.

Í hornatøkum við Prokrustes. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen, 1993.

Ingi Joensen. Saman við øðrum, 1992.

Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Krimisøga, 1990.

Ingálvur av Reyni. Saman við øðrum, 1989.

Amariel Norðoy. Yrkingar: Rói Patursson. Saman við øðrum, 1987.

Ongin rósa er rósa allan dagin. Um skaldskapin hjá Róa Paturssyni, 1986.

Føroyski Mentunarpallurin. Greinir og ummæli, 1983.