Kim Simonsen er føddur í 1970 og uppvaksin á Strondum, har bara ein annar æt Kim, og tað var hundurin hjá grannanum Demus. Tí lovaði hann longu sum trý ára gamal at kalla hundin hjá sær fyri Demus. Kim er útbúgvin mag.art. í norðurlendskari bókmentafrøði frá Københavns Universitet og ph.d.-lesandi við universitetið í Roskilde. Hann hevur skrivað fitt av greinum, sum eru komnar á prent bæði í Føroyum og í útlondum, og hann er ein virkin luttakari í eitt nú kjakinum um tjóðskap og føroyskan samleika. Hann ferðast gjarna víða um heimin og hevur hildið fyrilestrar manga staðir. Greinasavnið Dreymar um opin vindeygu verður einahelst tjóðskaparrørslan húðflongd, meðan hann í sínum tveimum yrkingasøvnum roynir at leita sær eina kós, sum víkur frá tí postmoderna. Hann vil satsa upp á patos, tað erliga og realismu.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Náðisólin. Yrkingar, 2006.

Kodakmyndir frá sjeytiárunum. Yrkingar, 2005.

Dreymar um opin vindeygu. Greinir um bókmentir og samfelag, 2003.