Lydia Didriksen er fødd 1957 og uppvaksin Yviri við Strond í Havn. Hon var útbúgvin sum lærari í 1985 og tók ársnám í føroyskum á Føroyamálsdeildini í 1986. Hevur síðani starvast sum lærari í Tórshavnar Kommunu. Búði sjey ár í Keypmannahavn og Århus í sambandi við útbúgvingina. Lydia hevur sitið í nevndini fyri Rithøvundafelagið, var eitt skiftið formaður, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Skúlabókagrunnin. Hon hevur skrivað eina røð av barnabókum, eitt stuttsøgusavn og lagt fleiri skúlabøkur til rættis. Hon fekk barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 1998. Vaksnasøgurnar hjá Lydiu eru øðrvísi enn føroyskar søgur flestar. Tær eru stuttar, ofta surrealistiskar og altíð symbolskar. Hon roynir at fara niður í sálardýpdir, har okkara skaldskapur sjáldan ferðast, niður har sterk kynslig rák ganga.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Gráglómur. Stuttsøgur, 1992.