Malan Marnersdóttir (fyrr Simonsen) er fødd í 1952 í Klaksvík, og av tí at pápin var lækni (Marner Simonsen), og familjan tí flutti ímillum ymisk sjúkrahús, er hon uppvaksin bæði í Føroyum og í Danmark. Hon er studentur úr Hoydølum 1971, cand.mag. í donskum og fronskum 1979. Malan var lærari í Hoydølum frá 1979-81, lektari við Johann-Wolfgang-Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981-83 og hevur síðani 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon var rektari á Setrinum 1998-2004, gjørdist professari í 2004 og dekanur í 2012. Malan hevur skrivað fleiri bøkur um føroyskar bókmentir, einahelst um leiklutin hjá kvinnum, og hon gjørdist ár 2000 dr.phil. við Århus Universitet fyri ritgerðina Hvør av øðrum. Í 2011 gav hon saman við Turið Sigurðardóttir út fyrsta bindav Føroysk Bókmentasøga. Hon fekk M.A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri yrkisbókmentir í 1993.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Vinalagið, náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl. Lagt til rættis Malan Simonsen og næmingar av Setrinum 1994.

Konurák 1989.

Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902, 1985.