Mina Reinert er fødd í Sørvági í 1946 og bleiv studentur úr

Hoydølum 1966. Korrespondentur í enskum og týskum 1967, arbeiddi hjá ymsum donskum fyritøkum og las eisini franskt við Københavns Universitet. Flutti heim til Føroya í 1976 at arbeiða á Frímerkjadeild Postverks Føroya, har hon var til 1987. Síðani útbúgvið seg og arbeitt sum lærari í enskum og informatiónsviðgerð á Føroya Handilsskúla.

Mina hevur skrivað útvarpsleikir, sjónleikir og stuttsøgur. Í 1996 kom krimisøgan Duldar leiðir, sum hevur nærum allan heimin sum leikpall, men størri parturin fer kortini fram í Føroyum. Duldar leiðir er ikki ein realistisk skaldsøga, men ein romantisk spenningssøga, sum heldur seg innan fyri egnan logikk. Hetta er so heldur ikki øðrvísi enn fyri krimisøgur flestar, sum ikki eru realistiskar í vanligari merking, men trúligar í sínum serstaka spunaheimi.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Duldar leiðir, 1996.