Oddfríður Marni Rasmussen er føddur í 1969 og uppvaksin á Sandi. Hann hevur verið til skips, á háskúla, studentaskúlanum í Hoydølum og Roskilde Universitetscenter. Í 1998 slapp hann inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn, har hann gekk í tvey ár. Flutti heim í 2000. Oddfríður er formaður í Listafólkasambandi Føroya, annar ritstjórin á skaldskaparritinum Vencil og limur í fleiri mentanarnevndum. Hann hevur givið fleiri yrkingasøvn út og hevur skrivað tekstin í fotobókum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Oddfríður Marni Rasmussen: Plástur. Yrkingar, 2005.

Oddfríður Rasmussen: Gráir týdningar. Viðbrøgd, 2003.

Oddfríður Rasmussen: Kvørkringar. Yrkingar, 2002.

Oddfríður Marni Rasmussen: Rás/Sár. Yrkingar, 2000.