Sigri M. Gaini er fødd í Oslo í 1975 og uppvaksin í bæði Noreg og Føroyum. Eftir studentsprógv ferðaist hon víða, til hon fór á Filmháskúlan í Ebeltoft 1995/96. Síðani fór hon sjónleikaraskúlan Academy of Live ande Recording Arts í London og las eisini eitt skifti filosofi við universitetið í Keypmannahavn. Hon var við í filmunum Bye bye Bluebird 1999 og Polle fiction 2002. Hon er í dag útbúgvin lærari og starvast í Havn.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Sigri Gaini: Vaknandi. Yrkingar, 2010.

Sigri M. Gaïni: 2002 nætur. Yrkingar, 2004.