Sigurð Joensen (1911-1993) var ættaður frá Gjógv og gjørdist sum vaksin løgfrøðingur, politikari og rithøvundur. Hann starvaðist sum landsrættarsakførari í Havn til 1984 og sat í tólv ár á tingi fyri Tjóðveldisflokkin. Hann undirvísti eisini á Fróðskaparsetrinum í løgfrøðimáli og á Sjómans- og Maskinskúlanum í sjórætti. Tann fyrsta upprunaføroyska barnabókin var Gráa dunnu 1958, sum Sigurð hevði skrivað. Hann skrivaði fleiri barnabøkur og somuleiðis søgur og greinir. Sigurð Joensen fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1977 og Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens 1987.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Eg stoyti heitt I-II, 1987.