Sólrún Michelsen er fødd í 1948 og uppvaksin á Argjum. Eftir realprógv arbeiddi hon á Telegrafstøðini, eftir tað Elektron, men síðani 1974 hevur hon arbeitt í heilsøluni, sum hon og maðurin settu á stovn. Frá 1980 til 2008 var hon fyrisitingarleiðari. Hennara fyrsta bók var tann skemtingarsama Argjafressar 1994 og hevur síðani skrivað níggju barnabøkur, ímillum tær eru tvær nógv róstar fantasy-bøkur. Í 2004 kom hennara fyrsta vaksnabók, Tema við slankum, sum hon fekk M.A. Jacobsens heiðurslønina fyri. Stubbarnir og søgurnar í hesi bók eru bæði sterkar, ræðandi og yndisligar um somu tíð. Sólrún Michelsen hevur eini serlig evnir at lýsa umhvørvi við at taka smálutir fram og dugir at gera løtur hugnaligar. Men hon dugir so sanniliga eisini at draga tað óhugnaliga fram, sum býr allastaðni í nánd av okkum, og sum vit viðhvørt eisini eru partur av.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Hinumegin er mars. Skaldsøga, 2013.

Rottan. Stuttsøgur, 2011.

Í opnu hurðini. Yrkingar, 2009.

Tema við slankum. Søgur, 2007. Onnur útgáva 2013.