Tróndur Olsen (1879-1961) varð føddur á Malarenda í Nólsoy og fekk blaðungur arbeiði innan handil í Havn. 28 ára gamal fór hann til Keypmannahavn at ganga á keypmansskúla og fekk sær sum frá leið holla útbúgving, serliga í týskum, men eisini í enskum. Eina tíð arbeiddi hann hjá Burmeister & Wain, men fekk so starv í einum heilsølufelag í miðbýnum í Keypmannahavn og varð longu í 1923 settur stjóri í hesum felag og hevði hetta starv, til hann legði frá sær vegna aldur. Hann átti tá ein fittan partapening í virkinum sjálvur.

Tróndur Olsen er einahelst kendur fyri sínar tættir, Í Gøtu ein dag, Frætti tú, hvat Rasmus segði o.fl., fyri Stubbarnar og fyri týðingina av Nornagesti hjá Johannes V. Jensen. Hann var ein miðdepil fyri føroyingar í Keypmannahavn og heiðurslimur í bæði Føroyingafelag og Hinum Føroyska Studentafelagnum.

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Her er dámligt í Føroyum um Krossmessutíð. Yrkingar, tættir, greinir, týðingar, ummæli o.a. Savnað og lagt til rættis hevur Jóhannes Enni, 1992.

Íðukálvar. Tættir, 1939.