Dagny Joensen er fødd í Klaksvík í 1944 og fekk sveinabræv innan hárfríðkan í 1963. Eftir tólv ár í Danmark flutti hon heimaftur í 1976 og hevur frá 1977-98 arbeitt sum blaðkvinna á Myndablaðnum Nú, Tingakrossi og Sosialinum. Síðani 1998 hevur hon arbeitt sum freelance blaðfólk. Dagny gjørdi vart við seg sum høvundur av útvarpsleikum – hon hevur skrivað einar tíggju – og síðani sum skaldsøguhøvundur. Í 2007 gav hon út ta vøkru ævisøguna um Føroya fyrsta kvinnuliga løgmann, Maritu Petersen.
….
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Alt av kærleika. Føroyskar kvinnur í USA, 2013.
Dagny Joensen: Marita – eitt konubrot í landsins søgu. Ævisøga, 2007.
Dagny Joensen: Hvirlan. Skaldsøga, 2005.
Dagny Joensen: Terradropar. Kvinnumyndir í okkara tíð, 2004.